Gloymdi passið

Chelsea-spælarin Glen Johnson slapp ikki við restini av Chelsea-ferðalagnum til ársins stórdyst í Europa. Verjuspælarin skuldi verða við Chelsea í dystinum ímóti Barcelona í Champions League í kvøld, men hann gloymdi passið hjá sær eftir heima. Venjarin Jose Mourinho vísti onga náði á flogvøllinum og bað tann óhepna spælaran fara heim  hann slapp ikki við til dystin.