Fólk við arm ella beinbreki hittust í Kvívík seinasta vikuskifti. Tað var felagið arm og beinbrek, sum stóð fyri hesum, og var endamálið fyrst og fremst at gera vart við, at felagið er til.
? Hetta er tann fyrsta uppgávan hjá nevndini í felagnum, sum varð koyrd av bakkastokki, sigur Martin Karl Olsen, næstformaður í felagnum.
Hann sigur, at hetta tiltakið var bara fyri at fáa eina byrjan og letur hann væl at.
? Øll hugnaðu sær, og tað var eisini ætlanin.
Felagið hevur eisini givið út eitt blað til sínar limir, har ymiskt tilfar um arm og beinbrek er í. Ætlanin er, at hetta blaðið skal koma út tvær ferðir um árið, og verður tað bert givið limum, sum nú er.
Gloymdur bólkur
Martin Karl heldur, at tey, ið hava arm og beinbrek, eru ein gloymdur bólkur í samfelagnum. Hann vísir á, at nógvastaðni eru umstøðurnar hjá fólki við breki serstakliga vánaligar, tá hugsað verður um atkomu møguleik-arnir.
? Nógvir almennir stovnar kunnu vit als ikki koma inn í, og tað er ov galið, slær hann fast.
Og tað var nevniliga atkomuviðurskiftini, sum gjørdu, at tiltakið varð lagt júst í Kvívík.
Martin Karl sigur, at atkomumøguleikarnir í Kvívíkar skúla eru heilt góðir, og tað at fimleikarhøll og svimjihøll eisini eru á staðnum, gjørdi tað bara enn betur.
? Á tann hátt var okkurt til øll, sigur Martin Karl.
Vegleiðing
Men tað er ikki bert til stuttleika, at felagið arm og beinbrek skipar fyri slíkum tiltøkum. Martin Karl sigur, at tað eru nógvir ósvaraðir spurningar hjá fólki við breki, og vónar hann, at felagið kann verða við til at vegleiða og ráðgeva hesum viðvíkjandi.
Leygardagin greiddi hann frá ymsum venjingum, og eisini vísti hann nakrar venjingar, sum fólk kunnu gera.
? Tað eru mong, sum eiga protesur, men til dømis sita tey í koyristóli, tí tey ikki duga at nýta tær, og tað er spell, heldur Martin Karl, sum sjálvur bert hevur eitt bein. Tað sást tó næstan ikki á honum, og tað er tí, at hann fór til Danmarkar at venja seg uppaftur eftir óhappið, sum gjørdi, at hann misti annað beinið.
? Eg lærdi nógv í Danmark, og haldi eg eisini, at eg havi okkurt, sum eg kann føra víðari frá tí, sum eg lærdi, sigur hann.
Martin Karl sigur, at hetta helst verður eitt afturvendandi tiltak hjá felagnum, men um tað verður aftur í Kvívík ella ikki, dugir hann ikki at siga nakað um.
? Felagið vil millum annað arbeiða fyri, at okkara limir fáa eina góða uppliving, og at tey fáa ráðgeving og vegleiðing. Eisini vilja vit verða við til at menna Føroyar so líðandi til eitt samfelag til øll, og at glæman verður vend móti teimum føroyingum, sum onkursvegna hava sitið í skugganum, sigur Martin Karl Olsen at enda.