Gloymdi at sløkkja plátuna

Nógvur roykur kom úr kjallara undir Fjalli í Havn

Tað frættist fyri løtu síðani, at eldur var í einum húsum undir Fjalli í Havn. Her var talan tó ikki um beinleiðis eldsbruna, men heldur um sera nógvan royk úr kjallaranum.

 

Tamarhald er komin á roykin, og løgreglan er komin til ta niðurstøðu, at tað var ein tendraður komfýrur, sum elvdi til óhappið.

 

- Onkur hevur allarhelst gloymt at sløkkja komfýrin, og so er okkurt møguliga lagt á komfýrin, sum so hevur útviklað seg, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

 

- Tað bleiv uppdagað so mikið skjótt, at einki alvorligt hendi. Ein maskina er sett inn í kjallaran fyri at blása allan roykin út, sigur løgreglan.