Gloymdi at boða frá

Brimil kom fríggjakvøldið fram á ein hetlendskan trolara, sum var komin inn á føroyskan sjógv uttan at boða frá.
Trolarin fekk eitt sektaruppskot áljóðandi 100.000 krónur, og hann tók við tí. Í hesum førinum varð onki av útgerðini konfiskerað.