Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur gjørt av at fara á pall aftur í dag við eini eykasýning av klaksvíkskabarettini Gloymd grýta
Tá fjórða sýningini av Gloymd grýta var av seinnapartin í gjár, gjørdist greitt, at neyðugt fór at verða við eini eykasýning.
Av tí at leikararnir vóru upptiknir í gjárkvøldið í sambandi við hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur sjónleikarafelagið gjørt av at fara á pall aftur við kabarettini í dag klokkan 15 á brandstøðini.
Gloymd grýta er ein afturlítandi føðingardagskabarett, sum er sett upp í sambandi við at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár í ár










