Hvussu er statt við mentanini í Norðurlondum í dag. Taka høvundar intellektuellu ábyrgd sína og eiga teir yvirhøvur at hava nakra ábyrgd. "Eitt tíðarhvarv er av og eg eri í stórum vanda sum intellektuellur", skrivaði Dag Solstad síðsta summar og birti harvið í eitt drúgvt kjak í Noregi.
Í ritinum Nordisk Litteratur 1998 verður kjakið spjatt til hini Norðurlondini. Märta Tikkanen úr Finnlandi, Árni Ibsen úr Íslandi, Gabriella Håkansson úr Svøríki og Jan Sonnergaard úr Danmark kjakast um evnið "meddelelsens problem" við støði í hugleiðingunum hjá Solstad.
Í ritinum er eitt yvirlit yvir tað, sum varð skrivað, lisið og kjakast um í Norðurlondunum í árinum sum fór. Greinir, ummæli, kritikkur og greinastubbar á norðurlendskum máli og á enskum.
Turið Sigurðardóttir, lektari í norðurlendskum bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, umrøður og ummælir verkið Tímar og rek eftir Carl Johan Jensen, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út. Jonhard Mikkelsen ummælir Bókmentaligu ævisøgu J.H.O. Djurhuus eftir Hanus Andreasen. Umframt hesi bæði føroysku verkini verða onnur umrødd í stuttum.
Michel Ekman sigur frá ritverki Tua Forsström, Jonas Thente eygleiðir eitt narcissistiskt brá í skaldskapinum hjá eini ungari kvinnu og Poul Behrendt hevur nærlisið Suzanne Brögger. Umframt verða tvær bøkur um Tove Ditlevsen og ein um Helen Scherfbeck lýstar. Trond Berg Eriksen leingist til Italiu og norðurlendskar barnabókmentir verða alt meiri sakligari.
Í ritstjórnini fyri Nordisk Litteratur eru umboð úr øllum londunum. Jonhard Mikkelsen umboðar Føroyar og Bjørn Bredal Danmark, Tuva Korsström Finnland, Silja Aðalsteinsdóttir Ísland, Håkon Harket Noreg og Ingrid Elam Svøríki. Hon hevur samstundis ábyrgdina av útgávuni.
Tað er Norðurlendska ráðharraráðið og Nordiska litteratur- og bibliotekskommittén, sum geva út og fíggja Nordisk Litteratur.