Fótbóltur
Fjepparamentanin hevur eisini fingið fastatøkur í Føroyum. Tikarar, leyvur og víkingar gera um seg, tá Formula-liðini spæla sínar dystir, men eisini er hendan serstaka mentanin vorðin sjónlig, tá talan er um útlendsk feløg.
Soleiðis var eisini í gjárkvøldið, tá ársins finala í Champions League stóð á skránni. Manchester United-fjepparar savnaðust í gjárkvøldið á Glitnir í Havn, og einki er at siga til, at lagið var í hæddini, tá Edwin van der Sar hevði bjargað seinasta brotssparkinum í dystinum.
Gullið skuldi markerast, og við væl smurdum stemmubondum sóust fjeppararnir ganga gjøgnum Havnar gøtur. Hósdagurin var arbeiðsdagur, men tað er nú ikki vist, at hetta hevði tann heilt stóra týdningin hjá øllum.