Tað hevur regnað óvanliga illa í pørtum av Italia teir seinastu dagarnar, og tað hevur elvt til vatnflóð nógvastaðni. Serliga ringt var í býnum Genoa í gjár, har regnið fekk fleiri áir at fara upp um bakkarnar við slíkari megi, at tað minti um flóðaldu. Minst seks fólk doyðu.
Tey, sum búgva á láglendi, hava fingið áheitan frá myndugleikunum um at fara haðani, og aðrastaðni mæla myndugleikarnir fólki frá at sova á niðastu hædd í húsunum orsakað av vandanum fyri vatnflóð. Regnið hevur eisini elvt til fleiri skriðulop, sum hava kvett vegasambandið, og tí mæla myndugleikarnir fólki frá at fara í bilin.
Veðurmenninir siga, at gloprarregnið í útnyrðingspartinum av Italia heldur fram í dag.