Tað hevur regnað óvanliga illa í Suðursvøríki í nátt og í morgun, og í Småland hevur tað regnað 113 millimetrar summastaðni. Í fleiri áum er vatnið tveir metrar oman fyri tað vanliga, og tað hevur gjørt, at stór øki standa undir vatni, sigur sjónvarpið SVT. Eitt nú standa Mariannelund og Silverdalen, sum eru kend frá Astrid Lindgren-søgunum um Emil úr Lønnebergi og Brøðurnir Leyvuhjarta, undir vatni.
Svenska veðurstovan ávaraði í gjárkvøldið um, at áirnar við býirnar Jönköping og Kalmar fóru at veksa nógv.
Veðurmenninir siga, at tað verður turt í dag, men at áirnar fara neyvan at minka fyrr enn mikudagin.