Á gloppi til heimsmarknaðin

ÚTFLUTNINGUR. Lemmavirkið í Vági spílar seg út. Í samstarvi við m.a. norðmenn ætla vágbingar sær at stíga út í heim. Kollveltandi patentið hjá flogverkfrøðinginum skal av álvara at roynast á útlendskum leiðum

Trollemmarnir í Vági lata dyr upp.

Fyritøkan, Injector Door, ið byggir á kollveltandi uppfinnilsi hjá Helga Larsen, flogverkfrøðingi, veksur alsamt.

Virksemið, ið at byrja við einans var tengt at familjuni, er nú vorðið so stórt, at 16 fólk eru í starvi. Og smiðirnir, sveisararnir, og teir fýra lærlingarnir, ið framleiða orkusparandi og løttu lemmarnar, vænta ikki arbeiðsloysi. Útflutningurin hjá fyritøkuni veksur við fúkandi ferð.

Fyritøkan, ið at byrja við stríddist við at fáa føroyskar trolarar at leggja gomlu lemmarnar upp á land og fáa sær nýggjar hátøkniligar lemmar úr Vági, útflutti í fjør bróðurpartin av framleiðsluni. Serliga norðmenn er óðir eftir uppfinnilsinum hjá Helga.


Samstarva við norðmenn

Eftirspurningurin uttan úr heimi setir stór krøv til kundarøkt og samskipan. Á skrivstovuni situr Lars Larsen, stjóri, umgirdur av borðum, telduskíggjum og prentarum, og tekur sær av hesum arbeiði.

Enn megnar fyritøkan at nøkta tørvin á nýggju lemmunum. Men nú drúgvar royndir hava prógvað, at lemmurin er rætta loysnin, væntar leiðslan, at eftirspurningurin fer at veksa. Og tað krevur nýggj átøk. Tí hevur stjórin á Injector Door gjørt samstarvsavtalu við norska felagið, Triplex. Avtalan hevur við sær, at norðmenn sleppa at gera lemmar upp á lisens í Kili.


Í eystur og vestur

Søluliðini hjá fyritøkuni eru góð. P/F Vónin selur í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, meðan Triplex fer at marknaðarføra lemmarnar í Russlandi, Nýsælandi, USA og Suðuramerika har norska felagið er sera virkið.


Í Noreg hevur marknaðarføringin verið serstøk. Nógvir føroyingar sigla við norskum skipum, og har yviri riggar munn til munn hátturin sera væl. Næsti stóri marknaður fer eisini at spretta úr Noreg. Triplex, ið hevur 65 sølufólk kring allan heim, hevur góð sambond í Russlandi, og Injector Door hevur eisini valt at fara eystureftir. Fyritøkan í Vági ætlar sær upp á 30 milliónir krónur í umsetningi um árið.


Dýrt patent

Og umsetningurin skal veksa; tí tað kostar at fáa og eiga eitt patent. Higartil stendur sjálvt patentið Helga Larsen í einari millión. Harumframt skal hann gjalda einar 200.000 krónur um árið fyri patentrættin.

Larsen-brøðurnir fingu 35 % av menningarútreiðslunum úr Grunninum til Ídnaðarfremjandi Endamál. Pengar vórðu eisini lántir úr øðrum grunnum við góðum treytum. Ta milliónina eru vágbingarnir farnir undir at rinda aftur.

Vanligt er, at tað tekur eini 5 ? 6 ár at fáa patent, men Helga eydnaðist at fáa patent upp á injector-prinsippið eftir einans trimum árum.


Galdandi 20 ár

Patentið er galdandi frá tí degi, umsóknin er stemplað. Fyribils stemplið tryggjar, at ongin annar nápar patentið í menningartíðini. Leiðslan í Injector Door veit ikki um, at nakar hevur eftirgjørt lemmarnar. Íslendingar hava gjørt lemmar, ið líkjast teimum í Vági, men hesir hava ongan injector, ið er sjálvur kjarnin í uppfinningini.

Tað er Helgi sjálvur, ið eigur lemmapatentið. Injector Door leigar tað frá Helga. Hvussu nógv rindað verður í leigu er ikki alment.

Spurd um, hvussu nógv ein fær í patentpengum, tá ið onnur fyritøka framleiðis upp á lisens, er leiðslan minni hugað at úttala seg. Men Sosialurin skilir, at upphavsrætturin vanliga gevur ímillum 4 ? 10 prosent av sølukostnaðinum.

Patentið eigur Helgi Larsen til 2016.


Vørumenning

Annars taka vágbingarnir tað púra róligt. Teir siga seg vera sera varnar, so tað slepst undan kollsigling. Loysunarorðini eru neyv góðskustýring fram um nøgd.

Sambært Lars Larsen fer fyritøkan nú at royna at styrkja seg bæði fíggjarliga og í menningarhøpi. Longu nú leggja teir seinastu hond á royndirnar við spildurnýggjum lemmum til flótitrol. Stórur tørvur er á lemmum til hesa troling.

Seinni er ætlanin at fara undir at gera risastórar seismikk-lemmar. Teir verða stoyptir úr sera løttum og sterkum tilfari; sonevndum kompositti. Hendan framleiðsla verður neyvan í Føroyum.


Lógvatak millum jarnsmíð og flogtøkni

Fyribils royna flogvitugi uppfinnarin og felagar at spíla seg út við stállemmum. Og tað krevur sítt. Lemmaframleiðslan á gamla Polarfrost í Vági er heldur spjødd. Goymslan er undir opnum himli. Teldustýrd tilskering, valsing og samanseting eru í einum rúmi, meðan sveisað verður í einum øðrum rúmi.


Her hittast hátøknilig flogverkfrøði og grovsmíð. Smiðirnir hava vant seg við, at uppfinnarin tosar í millimetrum, hóast arbeitt verður við stórum og grefligum stálstykkjum. Og sameiningin millum jarnsmíð og hátøkni riggar. Lemmarnir eru sterkir og góðir. Sjálvt undir Grønlandi, har vanligt er at tóva úti við kantarnar eftir harðari hellu, hava teir hildið og roynst væl.


Lata nýggjar dyr upp í summar

Stórt virksemi og vánalig hølisviðurskifti, hava við sær tørv á nýggjum hølum. Tí skal ein framleiðsluhøll upp at standa skjótast gjørligt. Leiðslan í fyritøkuni heldur seg nú hava funnið ta røttu høllina. Talan verður um eina nýggja høll, ið er einar 1200 fermetrar til støddar. Hon skal standa á ídnaðarøkinum yviri á Oyrunum í Vági. Her er ætlanin at farast skal undir rættiliga hópframleiðslu.

- Nýggja høllin verður ein sigur fyri optimismuna, sigur Lars Larsen, stjóri, ið vónar, at dyrnar í nýggju lemmahøllini verða latnar upp í summar.


...


Uppfinnarin


Navn: Helgi Larsen

Føddur: 1958 í Vági

Útbúgving: Flogverkfrøðingur


1965 ? 1975 - Skúlagongd í Vági

1975 ? 1982 - Arbeiddi fyrifallandi arbeiði

1982 ? 1986 ? Dekkari og sjálvlesandi svenskur studentur umborð á nótaskipinum Nýborg

1986 ? 1991 - Las flogverkfrøði á Skandinavisk Flyteknisk Akademi í Gøteborg í Svøríki

1991 ? 1995 - Flogverkfrøðingur á Atlantsflogi í Vágum

Frá 1996 - Uppfinnari og ígongdsetari


sitat: "Eg eri áhugaður í flogførum - ikki flúgving..."


...


Uppfinnilsi


Helgi Larsen fekk á vári í 1996 patent upp á eitt prinsipp, ið verður nevnt injector-prinsippið. Hugskotið er, at sjógvur streymar gjøgnum kanalir á lemminum. Kanalirnar hava størri op har sjógvurin kemur inn, men minni op har sjógvurin streymar út.


Tá ið tóva verður, kemur vakum í við aftara opið. Hetta hjálpir lemminum fram, og stabiliserar teir somikið, at teir liggja púra stúttir undir troling.


...


Injector-lemmar í tølum


Framleiðsla í 1999: 63 pør

Umsetningur í 1999: Uml. 10 milliónir krónur

Útflutningspartur: 70 prosent í 1999

Heimamarknaður: 40 prosent av flotanum hevur lemmar úr Vági

Kostnaður fyri lemmaparið: 22.000 ? 320.000 (uml. 20 prosent dýrari enn vanligir lemmar)

Støddir: Úr 1,07 m2 í 16,86 m2

Haldføri: Í Føroyum o.u. 18 mánaðar, í Grønlandi 5?10 mánaðar

Orkusparing: Millum 10 og 30 prosent

Fyrimunir annars: Munandi lættari at skjóta ? spíla betur enn vanligir lemmar



Stríggið at fáa fígging


Idealisma og bjartskygni eru allastaðni í Føroyum, uttan tá ið talan er um fígging. Tískil noyddust íbirtararnir til lemmaframleiðslun at veðhalda við øllum ognum

Nýklaktur flogverkfrøðingur hevði Helgi Larsen longu gjørt fyrsta lemmamodellið. Seinni, á Ólavsvøku í 1996, fóru Helgi og bróðurin, Lars, í svimjihylin í Vági at royna hugskotið. Handamegi varð nýtt at meta góðskuna á lemmunum. Teir høvdu eisini modell av vanligum lemmum við sær. Samanberingarnar bendu á, at Injector-lemmarnar vóru munin lættari at toga, eins og teir spílaðu betur.


Alla orku í ætlanina

Helgi fór alt fyri eitt undir at betra modellið og gera royndir í brunninum í Fuglafirði og á royndarstøðini Difta í Danmørk. Eisini hevði Helgi samstarv við tekniska Skúla og Skipasmiðjuna í Havn.

Bróðurin, Lars, fór alt fyri eitt undir at søkja um patent og stuðul til frumsnið og royndir. Báðir beiggjarnir kastaðu alt annað frá sær og løgdu alla orku í at fremja ætlanina. Teir satsaðu 100 %.

Flestu royndirnar í byrjanartíðini gjørdi Helgi Larsen sjálvur.


Larsen í minniluta

Hugskot og uppskot eru sambært leiðsluni ov stór til at hava tey í einari familjufyritøku. Síðani fyrstu veruligu royndirnar umborð á føroyskum skipum, er nógv hent við ætlanini. Íløgumenn eru komnir upp í leikin, og Injector Door er ikki longur ein familjufyritøka. Millum aðrar hava Mortan Johannesen og Páll Petersen sett rættiliga fitt av peningi í ætlanina. Tilsamans eru 10 íleggjarir.

Í nevndini fyri partafelagið eru 5 fólk, og Larsen-familjan er í minniluta. Stigtakararnir báðir hava verið illa sperdir fíggjarliga, men ein glotti hómast, nú gongd av álvara er komin á søluna.


Verandi í Vági

Íløgur frá øðrum hava kanska tryggjað, at íbirtararnir ikki valdu at fara av landinum við ætlanini.

- Tað hevur verið ómetaliga torført at fingið fígging, og minst líka torført at fingið stuðul. Tað tykist sum idealisma og bjartskygni eru allastaðni uttan tá ið talan er um fígging. Føroya Banki hevur fíggjað eitt sindur undir vanligum treytum, og vit veðhalda sjálvir við øllum, vit eiga. Tað sigur alt, at helvtin av fíggingini er donsk. Hetta vísir, at tað haltar i Føroyum, tá ið talað verður um nýggjar vinnumøguleika. Men vit eru patriotar. Hóast vit í løtum hava verið í vónleysari støðu, hava vit valt at vera verandi í Vági. Okkara meginrøki er her suðuri. Eru umstøðurnar ikki nóg góðar, ja so broyta vit tær, sigur Lars Larsen, stjóri.

Undangongan hevur verið strevmikil hjá brøðrunum báðum, og mangir lemjandi ósigir hava verið á knortlutu ferðini.

- Vit hava verið púrasta fyri ongum, tá ið svartast sá út, men hava kortini valt at hildi fram, sigur Lars ikki sørt sinnisrørdur.