Globalt spæl á alnótini herjar

Í hesum døgum sita umleið 150 føroyingar umframt 350.000 aðrir persónar kring heimin og royna at vinna pening gjøgnum telduspælið á alnótini, World Games Incorporated. Umframt lutaseðlar og partabrøv ræður um at fáa onnur at luttaka í spælinum, og á henda hátt er møguleiki at vinna pening í stórum upphæddum. - Hetta er ikki eitt pyramiduspæl, sigur Leif Andersen, sum umframt sjálvur at vera virkin hevur stórar ætlanir uttanfyri landoddarnar við hesum spæli

Í apríl 2001 kom australski ríkmaðurin og vinnulívsmaðurin Greg Kennedy á marknaðin við einum nýggjum telduspæli, og breyt hann upp úr nýggjum á hesum øki. Talan var nevniliga ikki um vanligu pyramiduspølini, sum eru ólóglig, men um sokallaða "network marketing", ein háttur, sum fleiri stórar fyritøkur eisini hava nýtt, m.a. Coca Cola og Microsoft. Við hesi metodu verður minimalur peningur nýttur til marknaðarføring av eini vøru, tí endamálið er at fáa brúkarar munnliga at bera boðini víðari um eina vøru ella eitt spæl, uttan at peningur verður nýttur.
Endamálið hjá Greg Kennedy er at fáa World Games Incorporated (WGI) at gerast størsti spælimiðdepil í heimsins størsta miðli, nevniliga alnótini. Eftir sex og porno eru telduspøl næst størsta vøra á alnótini, og tískil verður satsað uppá telduspælið WGI, har møguleiki er at vinna nógvan pening, um ein "bert" er virkin. Samanborið við tipstænastur og vanligt lottarí hevur WGI ein stóran fyrimun á kappingarliga økinum, við tað at eingin peningur verður nýttur til marknaðarføring orsakað av áðurnevnda munnliga marknaðarføringshátti. Sambært Greg Kennedy loggar ein nýggjur brúkari seg inn á alnótina hvørt sekund, og um hesin vøkstur heldur fram, verða umleið 1 mia. regluligir brúkarar á netinum í 2005, og sum størsti miðilin frammanfyri, útvarp, sjónvarp og bløð er alnótin tað, ein skal satsa uppá.

Spælið sjálvt - snýr seg um virkni
Stóri spurningurin er, hvussu ein so kann vinna pening í WGI. Fyrst og fremst skalt tú gerast limur gjøgnum onkran, sum longu spælir, og kostnaðurin at byrja er 1500 kr. Við tað at hetta er ein eingangsupphædd, eru hesar 1500 krónurnar tað einasta, tú skalt gjalda. Síðani fært tú egna heimasíðu, loginn og konto, og so snýr tað seg um at fáa yvirtala onnur eisini at gerast limir. So hvørt sum fleiri koma uppí, fært tú ein part av tí upphædd, tey lata, umframt at tú kanst keypa fiktiv partabrøv, lutaseðlar og og spæla kasino.
Stóra misskiljingin er, at tað ikki bert ræður um at vera fyrst og síðani at hava fleiri undir sær í eini hierarkiskari skipan, sum talan er um í áðurnevndu pyramiduspølum. Um tú sjálvur ikki er støðugt virkin, kann ein "undir" tær saktans vinna meiri pening enn tú, um hann fær fleiri fólk uppí spælið og er virkin á partabrævamarknaðinum. Hvør limur hevur tvey bein at standa á, og um talan ikki er um eina vaksandi javnvág, vinnur tú einki. Hvør limur hevur sostatt sítt egna netverk, og júst henda skipan ger spælið rættvíst mótvegis pyramiduspølunum.
Tað snýr seg um at savna sær stig, og meginreglan er, at fyri hvørji 300 stig fær ein limur 425 kr. Fyri hvønn persón, tú fært við í spæli, fært tú 75 stig, umframt at tú eisini fær stig við at keypa lutaseðlar og partabrøv. Um teir persónar, tú fært við í spæli, eisini fáa onnur við, kemur vinningur eisini aftur til tín, men sum sagt er treytin at vinna pening hon, at tú sjálvur støðugt ert virkin uttan møguleikan at fáa fullan vinning gjøgnum onnur.

Normaður vinnur 100.000 um dagin
Drívmegin aftanfyri spælið er sjálvsagt peningurin, tú kanst vinna. Normaðurin Mats Ostevang er í løtuni tann europearin, sum hevur vunnið mest pening í WGI, og hann fær ikki minni enn 100.000 krónur um dagin. Fyrrverandi norski løgreglumaðurin fekk spælið til Noregs, og higartil hevur WGI havt best gróðrarlíkindi í Noregi. Mats Ostevang fekk beinanvegin 35 aðrar persónar at spæla, og er hann sera virkin viðvíkjandi partabrøvum og lutaseðlum. Hann er eitt sera gott dømi um, at talan ikki er um eitt pyramiduspæl, tí hóast hann er limur nummar umleið 5000, hevur virkni hansara gjørt hann ríkan.
Í løtuni er talan um støðugan vøkstur í Danmark, Onglandi, Svøríki, Íslandi og Føroyum, og jú fleiri luttakarar eru við, jú størri gerst virði á partabrøvum, og jú størri gerast upphæddirnar, ein kann vinna sær.
Teir føroyingar, sum higartil hava verið virknir, vinna í løtuni nakrar túsund krónur um vikuna, men Leif Andersen, sum er ein av oddamonnunum í Føroyum viðvíkjandi umboðan av WGI, ynskir ikki at greiða nærri frá konkretum upphæddum um, hvat hvør fær.

- Spælið eksploderar, tá USA gerst luttakari
WGI er altjóða góðkent av myndugleikunum, og tískil er hetta spælið lógligt og øðrvísi. Men enn er størsti parturin av Asia ikki við enn, umframt at spælið heldur ikki er komið til USA. Orsøkin er ymsu lóggávurnar í ymsu amerikansku statunum, og í løtuni verður arbeitt av øllum alvi at fáa allar statirnar at góðkenna spælið, og tá tykjast vónirnar verða stórar fyri einum veruligum gjøgnumbroti.
- Jú fleiri spæla við, jú størri gerst virðið á partabrøvunum, og tá USA gerst luttakari, eksploderar spælið uttan iva, sigur Leif Andersen. Hann leggur afturat, at við tað at føroyingar longu nú hava møguleikan at gera seg galdandi áðrenn lond sum Kina, USA, Kanada o.s.fr. er møguleikin stórur at vinna nógvan pening í framtíðini. Í 2002 vuksu partabrøvini frá 2,92 frankum uppá 30 frankar uppá bert seks mánaðir, og virðið er í støðugum vøkstri. Sum mest stabila gjaldoyra í heiminum gjøgnum søguna verður sveisiski frankurin nýttur sum gjaldoyra í WGI.
Leif Andersen, sum hevur arbeitt á telduøkinum í longri tíð, fer um 2-3 mánaðir til Kanada at marknaðarføra spælið munnliga, og jú størri undirtøkan verður í Kanada, jú størri er møguleikin fyri eini amerikanskari innrás seinni í ár. Leif hevur búð í Kanada stóran part av lívi sínum, og tískil veit hann, hvat hann fer til.

Kann gerast heimsins størsta spælimiðstøð
Sambært Leif Andersen hevur WGI nakrar fyrimunir samanborið við aðrar fyritøkur, og høvuðsorsøkin er júst, at tað fer fram á alnótini.
- Tipstænastan, lottospøl, V4 o.s.fr. hava stórar útreiðslur orsakað av marknaðarføring, meðan WGI ikki verður marknaðarført við lýsingum, plakatum og øðrum. Tískil eru teir førir fyri at bjóða sínum kundum sera góð odds til sera høgar upphæddir. Leif vísir víðari á, at hvønn mánadag eru oddsini 1-1300 at vinna 800.000 kr, og at 35.000 fólk hvønn mánadag fáa vinningar millum 10.000 og 800.000 kr. Eingin annar megnar at bjóða slík odds, og tískil hevur WGI fortreytirnar at gerast størsti miðdepil fyri lottospæli og internet virksemi í heiminum. Júst hetta er visiónin hjá upphavsmanninum Greg Kennedy, og við vindi í seglunum tykist tað vera sannlíkt, at endamálið verður rokkið. Av samlaðu inntøkunum hjá WGI fer 87% aftur til limirnar, meðan vinningurin hjá bakmonnunum er 13%.

- Einki at missa
Leif Andersen vísir á, at einki er at missa, og at talan er um "fair play".
- Í veruliga vinnulívinum er tað altíð ein stór risiko at gera íløgur í okkurt, tí tú nýtir stórar peningaupphæddir at koma í gongd. Í WGI missir tú í mesta lagi 1500 kr, og tí er talan um minimala risiko. 1500 kr og ein góður vilji er stutt sagt tað, sum krevst, endar Leif Andersen.
Sum rákið er í løtuni, tykist World Games Inc. vera komið fyri at vera, og sambært Leif Andersen eru føroyingar í eini hepnari støðu við nógum møguleikum, við tað at WGI er komið til Føroya áðrenn fleiri av stóru londunum. So má tíðin vísa, hvat WGI í veruleikanum er fyri nakað, og um tað fer at eydnast at hertaka heimin sum global spælimiðstøð.

Fakta um WGI:

Australski ríkmaðurin Greg Kennedy er upphavsmaður til WGI, sum sá dagsins ljós í apríl 2001
Umleið 350.000 persónar luttaka í løtuni kring allan heim
Umleið 150 føroyingar luttaka higartil, men talið er vaksandi bæði í Føroyum og uttanlanda
Tú vinnur gjøgnum partabrøv og lutaseðlar umframt at fáa onnur fólk at luttaka
Normaðurin Mats Ostevang hevur higartil havt størst success og vinnur umleið 100.000 kr um dagin
Spælið kann fáa veruligt gjøgnumbrot, tá USA góðkennir WGI og gerst luttakari
Heimasíðan er 1) www.worldgamesinc.com og 2) www.wgifo.com