Tíðindaskriv
Norðuratlantsbólkurin
- Vi skal styrke vores eget samfunds sociale sammenhængskraft og kulturelle identitet ? og på det grundlag uddanne os til at klare os i en mangfoldig verden, segði Høgni Hoydal í setanarrøðuni á Fólkatingsins røðarapalli 24. februar
Føroyski fólkatingslimurin Høgni Hoydal var á Fólkatingsins røðarapalli, tá danska Fólkatingið varð sett hósdagin 24. februar 2005.
Røðan tók fyrst og fremst útgangsstøði í teimum avbjóðingum og spurningum, Føroyar og ríkisfelagsskapurin standa yvir fyri í eini alsamt vaksandi globalisering. Ljós varð kastað á, hvørjar fortreytirnar eru fyri at standa seg í alheimsgeringini, og viðmerkingarnar um ríkisfelagsskapin í nýggju donsku stjórnarskránni (regeringsprogramm) vórðu eisini viðgjørdar av føroyska fólkatingsumboðnum.
Av ítøkiligum málum tók Høgni Hoydal eisini málið upp um uttanríkispolitisku heimildarlógirnar og yvirtøkulógina. Avleiðingarnar av eini ES-grundlóg vórðu eisini uppi at venda, áðrenn spurningurin um limaskap í Norðurlandaráðnum til seinast varð viðgjørdur av føroyska fólkatingsliminum.
Til seinast boðaði Høgni formliga frá, at Norðuratlantsbólkurin heldur fram í danska Fólkatinginum.










