Global Warming: Alt gjørdist bara verri í 2018

Sagt verður at kemur hitin á 2 gradir meira, er tað ov seint til, at vit kunna steðga veðurlagsvanlukkunum, sum eru í væntu.

Tað kann gerast trupult, at hava yvirlit av hvørjar veðurlagsbroytingar vit stríðast við í løtuni, serliga tá talan er um fleiri ymiskar trupulleikar, so sum co2, plastikk, dálkan av havinum, skóareldar o.s.fr.

DR hevur tískil gjørt eitt yvirlit, sum greiðir frá tíggju ymiskum trupulleikum og hví vit skula hugsa serliga um at basa hesum trupulleikum, tá talan er um veðurlagsbroytingar. 

 

 

  1. Mongdin av Co2 í luftrúminum er hæggri enn áður.

Síðst í november kunngjørdi WMO (World Meterological Organisation) at tað alt ov nógv Co2 í luftini, frá 2015 er parts per million (ppm) talið voksi støðugt frá 400,1 ppm til 405,5 ppm, sum er methøgt. 

Síðst talið lá so høgt var fyri 3-5 milliónum árum síðan, tá var tað eisini 2-3 gradir heitari og 10-20 metur meira vatn enn tað er í dag. 

 

 

  1. Útlátið av Co2 er vaksandi í 2018, sum gerst annað árið í trekk at talið veksur.

Í 2017 vaks Co2 útláti uml. tvey prosent, meðan í 2018 er tað voksið 2,7 prosent. FN kunngjørdu í almennari frágreiðing, at altjóða Co2 útláti skal minkast niður í helvt áðrenn 2030, um man framvegis vildi hava møguleika fyri at bremsa veðurlagsbroytingunum eitt sindur. Hetta svarar til, at útláti framyvir skal minka við fimm prosentum ella meira hvørt ár framm til 2030, og tað er beinleiðs mótsætt gongdini við í verandi løtu eru í. 

 

 

  1. Landýdnaður oyðileggur skóarnir í verðini. 

Bert 15 prosent av øllum skógunum í heiminum eru óskalaðir. Nýggj kanning vísir, at umleið 50.000 kvadratkilometrar av skógi fellur burtur hvørt ár, hetta svarar til 7000 meira kvadratkilometrar enn støddin á øllum Danmark. 

Verðins stórsti regnskógur, Amazonas, er í ferð við at fella burtur, og minkar skjótari nú enn nakrantíð áður. Nýggji forsetin í landinum hevur svorið at hann fer at avskriva friðingina yvir regnskógina. Trø eru við til at reinsa luftina fyri ov nógvum Co2, um tað minkar ov nógv við trøum so verður verri at minka um útláti av Co2. 

 

 

  1. Gloppi millum veðurlagsmál og íløguna er vaksandi.

Umhvørvistænastan hjá FN, UNEP, kunngerð eina niðurstøðu um, at viljin til at bata um veðurlagsbroytingarnar skal meira enn trýfaldast um tað skal lukkast at røkka málinum um eina grønari framtíð. 

 

 

  1. Pólarnir smelta skjótari enn væntað. 

Eitt tað mest álvarsliga sum fer fram í løtuni er at ísurin á pólunum smeltar, bara í fjør smeltaðu 219 milliardir tons av ísi á Antarktis. Tað at ísurin smeltar í hópatalið merkir sjálvandi tað, at vatnið rundan um okkum veksur skjótari. Í løtuni hækkar vatnið 4,8 millimetrar um árið, men um tað verður heitari merkir tað eisini at vatni verður millum ein hálvan til ein metur hæggri í ár 2100. Samstundis er umráðandi at hava í huga at talan er um ferskt vatn, sum kann hava keðiliga ávirkan á havi rundan um okkum, bæði við tí at kuldin ferðast norður eftir í evropa við kalda vatninum og at havumhvørvið verður ávirka keðiligt.

 

 

  1. Høvini doyggja, og tað er okkara feilur.

Nýtslan av plastikki og virksemi við fisking er millum annað tað, sum høvini vera dálkaði og oyløgd við í hesum tíðum. Til dømis var plastikk funni í heili 14 prosentum av øllum havfugla reiðrum, og av somu grund gjørdi ES av at bannað plast, sum ikki kundi endurnýtast. Samstundis, av Co2 útlátinum, gerst havið súrari fyri hvønn dag, hetta tí vit ikki sleppa av við útláti og høvini taka upp móti 30 prosent av øllum útlátinum til sín, sum harvið minkar um ph virði av havinum. FN vil vera við at meira enn trýggjar milliardir fólk liva av lívinum sum havið hevur við sær, og uttan havið ávirkast alt bæði á landi og í havinum. 

 

 

  1. Hitin veksur, sum elvir til fleiri skógareldar.

Skógareldar hava herja ógvuliga nógv á hetta seinasta árið, og tíanverri heldur man at hetta bert fer at gerast verri, serliga um hitin bara veksur. Í USA herjaði skógareldurin á í Kalifornia, og framvegis eru meira enn 600 fólk burturmist og Paradise City er brendur niður í grund. 

 

 

  1. Veðurlagsbroytingar noyða fleiri út av teirra heimum, orsaka av veðrinum.

Ógvusligt veðurlag so sum turkar, yvirfló, hiti o.a. noyðir fólk at flýggja frá teirra heimlondum, og sigst at hetta talið bert verður veksandi. Hetta kann gerast trupult um ein stórur partur av heiminum er noyddur at flýggja, tí so verður krisan við flóttafólki størri enn tann vit hava sæð orsaka av krígnum í Syria. 

 

 

  1. Djór og smákykn doyggja í hópatal.

Økt virksemi í landbúnaðanum vísir seg at ganga út yvir djór og smákykn, samstundis sum veksandi hitin eisini hevur sína ávirkan. Serliga eru tað súgdjórini, sum vera ávirkaði, granskingar gjørdar í ár vísa at menniskju eru orsøk til 83 prosent av útdeyðum súgdjórum. Tað sum áður er lagt oyði av meteor-regni, eldgosi og øðrum náttúrkatastrofum, verður nú lagt oyði av menniskjanum. 

Djórini eru ein partur av okkara skipan, djór eta plantur og hvørt annað, og plantur djór osv. mett verður at menniskjan ikki kann liva uttan djórini, og avleiðingarnar av oyðileggjandi atferðini hjá menniskjanum er ókend. 

 

 

  1. Domino-effektin kann fáa alt hetta at koppa á.

Í summar kom ein ávaring sum ljóðaði at um menniskjan ikki ansar sær við umhvørvinum og tekur atlit til veðurlagsbroytingarnar, kann tað vera ov seint at gera nakað fyri at bjarga okkum burturúr støðuni. Støðan verður samanborðin við “domino”, har sagt verður at kemur hitin á 2 gradir meira, er tað ov seint til at vit kunna steðga veðurlagsvanlukkunum, sum eru í væntu.