Endurvinnið shoppingposan
Posin frá einum herligum shoppingtúri í summar er nú umskapaður til fýra vøkur kramarhús.
Decouperað við glansibíløtum, lakkað og vundin inn í stáltráð. Honkin kundi eisini nýtast aftur.
--
Hjartajól
Hjørtuni eru úr silkipappíri og transparentum nóta- og ríspappíri. Eitt hjarta úr stáltráði við gullperlum kransar vakra einglabílætið.
--
Decouperað jólapynt
DECOPATCH er heitið á nýggjum slagi av decoupagu. DECOPATCH pappír er lætt at arbeiða við, tí tað er gjøgnumlitað, sterkt og tunt. Her hava vit gjørt eitt lítið skrín og broytt ein gamlan ljósastaka.