Glerfoss-verk á vegginum í Klaksvík

Um vikuskiftið verður listaframsýning til heiðurs fyri Hans Jacob Glerfoss, sum doyði í januar mánaði í ár

Leygardagin letur upp forvitnislig listaframsýning í Klaksvík. Norðoya Listafelag skipar fyri framsýning av verkum hjá Hans Jacob Glerfoss, sum doyði fyrr í ár. Listafelagið hevur útvegaða verkini, sum fara at hanga á vegginum í Skúlanum við Ósánna.

Hans Jacob Glerfoss var føddur í Mikladali, men vaks upp í Kunoy. Hann búði virknastu ár síni í Klaksvík. Hans Jacob Glerfoss telist millum kendaru føroysku listamálararnar seinastu 40 árini.

Hans Jacob Glerfoss var sjálvlærdur listamaður, og miðskeiðis í 1960’unum var hann við á fyrstu framsýningunum. Eisini hevði hann serframsýningar í Føroyum og í Danmark, og hann var við á ferðandi framsýningum saman við øðrum.


Virkin listamaður

Hans Jacob Glerfoss málaði nógvar landslagsmálningar, har myndaevnini ofta vóru úr norðoyggjum. Hann málaði eisini fólk til arbeiðis, útróðrarmenn og handverkarar, ella í veitslulag. Hann var eisini frálíkur teknari og hugaligt er at síggja tekningar hansara, sum stundum eru forarbeiði til málningar, har ymiskar viðmerkingar eru settar á.

Hans Jacob Glerfoss yrkti eisini nógv. Í 1969 fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri yrkingasøvnini.

Hans Jacob Glerfoss búði nógv ár í Klaksvík, og hann helt eisini til í Havn onkur skifti. Miðskeiðis í 1990’unum fluttu hann og konan til Danmarkar at búgva, har tey trivust væl í Hirtshals.

Listamálarin og yrkjarin úr Mikladali doyði á sjúkrahúsi í Hirtshals 17. januar í ár - Hans Jacob Glerfoss gjørdist 72 ára gamal.

Listaframsýningin í Klaksvík letur upp leygardagin kl. 16.00