Glenn: Vit skulu spæla okkara lívs dyst

Europa League: Glenn Ståhl gleðir seg til dystin móti Aberdeen í kvøld

Í kvøld klokkan 19.45 skal NSÍ spæla móti skotska Aberdeen í 1. umfari í Europa League. Dysturin verður á søguliga Pittodrie leikvøllinum, har føroyska landsliðið millum annað hevur spælt landsdyst móti Skotlandi í 90 unum. Venjarin hjá NSÍ, svenski Glenn Ståhl, sigur at liðið skal spæla sín lívsdyst í kvøld.

- Vit skulu spæla okkara lívsdyst og vit gleða okkum til at sleppa á vøllin. Eg hevði doyð fyri møguleikanum at spæla á einum slíkum grasið og slíkum leikvølli aftur. Umstøðurnar eru góðar og tað eru ongar umering fyri ikki at spæla væl, sigur venjarin hjá NSÍ.

Koronasmittan hevur rakt hart í skotska býnum, og tað merkist eisini, men Glenn Ståhl vil ikki brúka orku upp á tað.

- Tú merkir, at Aberdeen hevur verið hart rakt av koronu, men tað er ikki har vit leggja okkara orku. Vit hugsa um dystin, ið vit skulu spæla. Hann skal verða upp á okkara primissur, men vit skulu eisini hugsa langsikta. Tapa vit, so skulu vit tapa upp á ein máta, so vit læra nakað av tí. Vit fara eftir teimum, tá teir gera mistøk, og vit ætla at bjóða av. Okkara mál er at stempla inn frá byrjan, sigur Glen Ståhl og leggur afturat:

- Vit eru ikki her í feriu. Vit eru her, tí vit vilja vinna ein fótbóltsdyst og tað skulu vit doyggja fyri, men vit skulu eisini njóta hendan dystin. Vit skulu minnast til at verða til staðar á einum so stórum degi hjá felagnum, sigur Glenn Ståhl.

In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, meðan FM1 hevur fólk á staðnum og fylgir gongdini. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum B36 og Levadia Tallinn.