Suðringur stríddust manniliga ímóti B36, og fingu løn fyri stríðið við einum góðum 1-1 javnleiki, tá liðini møttust við Stórá í Trongisvági fyrr í dag. Úrslitið merkir, at Suðringar eru nú sjey stig og ein betri málmun røttumegin niðurflytingarstrikuna.
Svenski høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum í seinna hálvleiki, men er glaður og fegin um, at hansara menn stríddu seg til ein javnleik, ið kemur sera væl við á stigatalvuni.
- Hvør dystur hjá okkum nú er ein steypafinala, slær Glen Ståhl fast, og minnir á arbeiðssetningin sum er at yvirliva, og ikki minst at betra spælið. Um ein ikki roynir at betra seg, so skal ein ikki spæla fótbólt heldur Glenn Ståhl.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Glenn Ståhl aftaná 1-1 javnleikin millum Suðringar og B36.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Palla Augustinussen hoyrast HER