Gleðist um fleiri fráferðir til Noregs

Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym, gleðist um, at rutuflúgvingin til Noregs kemur í fastari legu.

- Ta tíðina, Norrøna sigldi til Bergen, var tað norðmenn, sum høvdu flest gistingar hjá okkum, sigur Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym. Sambært Johannesi Jensen, stjóra á Hotel Føroyum, so vóru norðmenn teir, sum stóðu fyri næstflest gistingum á Hotel Føroyum, ta tíðin Norrøna sigldi til Bergen.

 

- Nú er tað minkað burtur í einki, sigur Svend Aage Ellefsen, sum tó fegnast um at Atlantic Airways økir um talið av fráferðum til Bergen og lyfti teirra um, at rutan verður støðug í 18 mánaðir.

 

Les eisini Fleiri fráferðir til Noreg og Ísland

 

- Hetta má ikki bara vera eitt upplop, men má fáa tíð at leggjast í eina fasta legu, sigur hann. Tað tekur tíð at byggja eina rutu upp, sigur hann.

 

Tað er eyðsæð, at nú verður lættari hjá føroyingum at vitja Noreg, men hjá ferðaskrivstovunum og hotellunum ræður um at fáa fólk at vitja Føroyar. Tey mugu tí undir, at breiða boðskapin um, at tað nú eru tvífalt so nógvar fráferðir millum Noreg og Føroyar sum áður.

- Tílík kunning tekur tíð at fáa út til veitarar og kundar í Noregi, sigur Svend Aage Ellefsen. Tí er tað so týdningarmikið, at hetta er ein langtíðarætlan, sum ikki verður broytt áðrenn vit vita av, sum tíverri onkuntíð er komi fyri fyrr.

 

- Hetta eru gleðilig tíðindi, uttan iva, og vónandi fáa vit fleiri norskar gestir aftur, sigur Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym.