Gleðiligar páskir - av Malarenda

Kvinnurnar, sum plaga at svimja á Malarenda í Nólsoy, ynskja í dag øllum einar gleðiligar páskir.

Kvinnurnar, sum plaga at svimja á Malarenda í Nólsoy sunnudagar, ynskja í dag øllum einar gleðiligar páskir.

 

Hetta gera tær á sín sermerkta hátt - við einari páskalilju í part, meðan tær standa úti í kalda sjónum á Malarenda.

 

Í morgun, tá tær lupu á bláman, vóru tær níggju í tali, og her hevði onkur skipað so fyri, at tær allar høvdu eina páskalilju í part.

 

- Einar gleðiligar páskir, ynskja tær níggju - "harða kjarnan í Nólsoy" - øllum Føroya fólki.