Gleðilig jól

Miðlahúsið ynskir øllum viðskiftafólki, úti sum heima, eini gleðilig jól!

 

 

 

Miðlahúsið ynskir øllum viðskiftafólki, úti sum heima, eini gleðilig jól!

 

»Friður á jørð og í menniskjum góð ur tokki«

 

Soleiðis verður sagt í jólaevangeliinum, sum er frásøgnin um Jesu føðing. Í hesum døgum hava vit fleiri ferðir hoyrt hesi orð, og tey fara vit eisini at hoyra fleiri ferðir komandi dagarnar.

 

Hetta er tíðin, tá vit minna hvønn annan á henda vakra og vísa friðarboðskapin, sum fyri tveytúsund árum síðani varð boðaður seyðamonnum uttan fyri eina fátæka bygd í heilaga landinum.

 

Men »friður á jørð« kann merkja so nógv. Hugsa vit um jólafrið, so er tað kanska ikki júst tað sum merkir samfelagið nú upp undir jól. Fólk hava úr at gera við at stákast til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera nógv burtur úr eini slíkari hátíð, men tó alt við máta.

 

Spurningurin er, hvat tað er, vit hátíðarhalda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað innihald.

 

Matteus gamli leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann í 12. kapitli vísir á, hvussu handilsmenninir gjørdu halgidómin til eitt ránsmannabøli:

 

Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.«

 

Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit kunnu øll gera okkum partvís sek í at leggja heilt onnur virði í jólahátíðina, enn tað, sum upprunin var: Ein friðartíð við gleðiboðskapi.

 

Sjálvandi eiga vit at leggja okkara nútíðar tørv og okkara nútíðar virði í hesa hátíð, men vit eiga ikki at gloyma upprunaliga boðskapin, sum er so vakur:

 

Friður á jørð og í menniskjum góður tokki!