Friður á jørð og í menniskjum góður tokki er kjarnin í jólaboðskapinum. Tá ið tað verður roknað við friði og góðum tokka, skerst ikki burtur, at tað kennist serliga eymt og kiksað, tá ið tað á jólum er lítil friður og nógvur ófriður.
Tíbetur verður tað ofta gjørt nógv fyri, at tað á jólum skal vera friður, og vápnahvíld á jólum er vorðin kent hugtak, sum er hundrað ára gamalt.
Tiltikin er jólafriðurin í 1914, tá ið fyrri heimsbardagi annars leikaði á. Royndirnar fyri hundrað árum síðani bóru við sær, at tað eisini seinni hava verið vápnahvíldir á jólum, um enn tær ikki hava verið í sama mun sum fyri hundrað árum síðani, og jólini í 1914 hava verið íblástur til søgur, sangir og filmar og so nógv annað.
Undir fyrra heimsbardaga var vesturmótið úr Lorraine í suðri og norður til Ermasund. Skotgravirnar og píkatráðurin vóru avgerandi fyri báðar partar, tá ið knattstøðurnar skuldu varðveitast í síðsta stóra krígnum, áðrenn flogførini av álvara vórðu krígsamboð.
Upp undir jólini varð ógvuliga kalt, og tað var alt annað enn hugaligt í skotgrøvunum. Tað var so mikið stutt millum fíggindalegurnar, at tað bar pørtunum til at rópa ímillum og harvið at háða og niðurgera hvønn annan.
Men á jólum vitjaði friðurin og góði tokkin á hermótinum, har tað var avkavað. Stóri dagurin hjá týskarum var og er jólaaftan, og tá kveiktu teir ljós og fóru at syngja Stille Nacht. Hetta sóu og hoyrdu bretarnir. Hjá teimum var og er stóri dagurin jóladagur. Teir svaraðu aftur við at syngja O Come All Ye Faithful, og jólaaftan og jólanátt varð vápnahvíld og sálmasangur.
Nakrar tímar frammanundan var hetta púra óhugsandi, men teir, sum vóru á vígvøllinum, vóru vitni til og fingu lut í friðinum og góða tokkanum, og tað eru fleiri søgur um, at teir fóru úr skotgrøvunum og gingu fram á vígvøllin, har teir ynsktu hvørjum øðrum eini gleðilig jól.
Nógv brøv eru frá teimum, ið vóru hjástaddir, og sum greiða frá um hesi minnisríku jólini, tá ið friðurin og góði tokkin vunnu. Vápnahvíldin gav hermonnunum kærkomið høvi at koma fyri seg og eisini at fara út á vígvøllin eftir teimum, sum vóru falnir, og at syrgja fyri, at teir fingu eina heiðurliga jarðarferð.
Tað er raðið at draga paralell frá hesi framúr søguni og til okkara gerandisdag. Við vónini um frið á fold og góðan tokka í menniskjum ynskja vit lesarum og viðskiftafólki okkara og øllum føroyingum eini gleðilig jól.










