Elinborg Petersen úr Havn, og Mikkjal Dam úr Kollafirði eru júst komin ein túr til Klaksvíkar á Summarfestival. Í kvøld ætla tey sær at hoyra Twisted Sister, sum spæl um ein lítlan hálvan tíma, og annars bara hugna sær á festivalinum.
- Eg kenni eitt sindur til Twisted Sister, og tað er tað einasta rock navnið í ár, so tað er tað sum eg gleði meg mest til, sigur Mikkjal, ið er á Summarfestival fyri fyrstu fer.
Elinborg hevur mangan verið á Summarfestival, og hon heldur at festivalurin er altíð so mikið góður, at tað er vert at fara aftur ár eftir ár.
- Nú havi eg verið bæði í fagrasta veðrið, og tá ið tað hevur verið stormur og regn, men festivalurin er góður hvørt ár, sigur Elinborg.
- Tað sum eg gleði meg mest til er Burhan G, tí hann er ein sum eg kenni nógv til, sigur Elinborg.
Umframt Twisted Sisters og Burhan G, so halda Mikkjal og Elinborg ikki at tað eru nógv góð tónleikanøvn at lurta eftir. Tað sum tey ætla sær er fyri tað mesta bara at hugna sær saman við vinum, og njóta stemningin á festivalinum.










