Gleðist um framgongd á Tvøroyri

- Vit byggja nýggjan barnagarð, planleggja nýggjan skúla, og vit eru farin í gongd við at menna ferðavinnuna, sigur Anita Vibergsdóttir.

Anita Vibergsdóttir er býráðslimur í Tvøroyrar kommunu, og In.fo hevur sett henni nakrar spurningar, nú 2018 er runnið, og vit eru komin inn í fyrsta samdøgur av 2019.

 

Keypir tú fýrverk? 

 

- Tað tekur maðurin sær av. Hann plagar at keypa eitt sindur. Eg tími væl at hyggja eftir, tá onnur skjóta fýrverk, men eg haldi meg langt burtur frá tí. Í ár verður okkurt keypt, sum kann gleða lítlu ommu-og abbasynirnar. 

 

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr? 

 

- Vit verða heima hjá okkum sjálvum og saman við familjuni gamlaárskvøld. Vit gera vanliga nógv burturúr, men í ár havi eg fingið boð um, at eg ikki skal hugsa um, hvat kemur á borðið. Tað verður eitt yvirraskilsi. Maðurin og yngsti sonurin skulu standa fyri menuini, so tað verður spennandi. Eg vænti, at tað verður alt frá fjørðu til fjals. 

 

Anita Vibergsdóttir sigur, at eitt, sum hon grannkonan hava gjørt í meira enn 20 ár, er, at tær fara ein styttri gongutúr í skýmingini, um veðrið er til tað. 

 

- Tað er altíð sera hugnaligur túrur. Nýggjársrøðurnar hjá løgmanni og Margretu drotning eru ein partur kvøldinum, og tá vil eg hava frið at lurta. 

 

Hon sigur, at vanliga verður nógv gjørt nógv burtur úr nýggjárinum á Tvøroyri. Hvørt ár plagar ein hópur av fólki at fara niðan á Oyrnafjall, har bál verður tendra, og fýrverk verður skotið. Hetta er blivin ein siðvenja, og seinastu árini eru fleiri og fleiri løgst aftrat.

 

- Umframt mongu bálini, sum grannløg runt í kommununi savnast um, plagar stórt felags bál at verða á midnátt í Trongisvági. Stór kyndlagonga og blikk fram við vegnum og stóra fýrverkið hjá nýggjarsnevndini gera løtuna serliga og hátíðarliga. 

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018? 

 

- Eg kann ikki koma í tankar um eina serliga hending, sum var tann besta í árinum. Tað hava verið nógvar góðar løtur, ikki minst tað góða veðrið, vit høvdu í summar. Ein spontan feria í Danmark mitt í hitabylgjuni var ein góð uppliving. Familjan hevur fyrstu raðfesting. Tá børnini hava tað gott, og tað gongst teimum væl, havi eg tað eisini gott! Tað at verða omma er heilt fantastiskt. At kunna fylgja við ommusynunum, Pæturi og Williami, gevur mær eina sanna kenslu av eydnu. Jólini eru júst farin afturum, og í ár vóru vit øll heima á jólum. Soleiðis er tað ikki altíð, tá bæði maðurin og synirnir eru sjómenn, so høgtíðin var serliga hugnalig í ár. 

 

Anita Vibergsdóttir sigur, at hon gleðist yvir ta framgongd, sum hevur verið á Tvøroyri seinastu árini, og 2018 er einki undantak. 

 

- Vit byggja nýggjan barnagarð, planlegging av nýggjum skúla stendur fyri framman, og vit eru farin í gongd við at menna ferðavinnuna. Mentanarliga hava vit fingið nýggjar møguleikar við stásiliga mentanarhúsinum SALT. Samanumtikið, haldi eg, at Tvøroyri er eitt gott stað at búgva í, og eg gleðist um at ta framgongd, sum hevur verið, bæði mentanarliga og vinnuliga. 

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2018? 

 

- Tíbetur eri eg fødd við einum jaligum lyndi, so eg leggi skjótt tað keðiliga afturum. Tó so, onkrar keðiligar løtur hava verið í býráðsarbeiðnum, men tær eru skjótt farnar aftur við borðinum. Lívið gongur víðari, og tað loysir seg ikki at dvølja ov leingi við tað neiliga. 

 

Anita Vibergsdóttir vísir á, at ringast er at missa. 

 

- Í summar upplivdu vit, at fólk í besta aldri og uttan ávaring vórðu rykt burtur. Tað er svárt, og slíkt fær teg at steðga á eina løtu og hugsa um, hvat veruliga hevur virði. 

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

- Málini eru fleiri, og væntandi verða fleiri teirra til veruleika í 2019. Eg ynski veruliga, at vit øll skulu duga betur at síggja, hvussu gott vit hava tað í Føroyum og at virðismeta tað. Fyri meg kennist tað altíð sorgblítt at siga einum ári farvæl. Tankarnir reika, og framtíðin liggur ókend fyri framman. Eitt av Harranum signað og eydnuberandi nýggjár verður ynskt øllum!