Gleðist um at búgva í Føroyum

Í sambandi við at íslendski sendiharrin Albert Jónsson hevur tikið við sum aðalkonsul Íslands í Føroyum var móttøka í embætishúsunum í Hanusargøtu í Havn hósdagin 18. mars

Albert Jónsson byrjaði sína embætisleið sum politiskur ráðgevi hjá íslendska forsætismálaráðharranum, og arbeiddi á skrivstovuni hjá forsætismálaráðharranum frá 1991.


Starvið í uttanríkismálaráðnum og síðani í forsætismálaráðnum førdi til, at Albert Jónsson fekk møguleikan at gerast ambassadørur Íslands í USA við bústaði í Washington. Nú er hann so aðalkonsul Íslands í Føroyum.


Nýggi konsulin kennir seg væl í Føroyum, bæði eg sjálvur og konan Ása Baldvinsdóttir, gleðast um at búgva her í Føroyum, sum er eitt vakurt land við ófatiligari náttúru. Og mær dámar jú serliga væl at vera úti í náttúruni, og ein av mínum frítíðar áhugamálum er at ganga túrar úti í náttúruni, og ein annar er at fiska, og tað er ríkiligt av møguleikum fyri tí her í Føroyum, sigur Albert Jónsson.