Búfólkini í sambýlinum í Pætursgøtu eru ovurfegin um avgerðina hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, um at strika sparingina av stovninum.
- Hetta vóru gleðiboð. Eg varð so positivt tikin á bóli av boðunum. Eg havi verið stúrin, og havi hugsað nógv um tað hesar seinastu dagarnar, sigur Niels Heðin Gaard Joensen.
Lagið hevur ikki verið nakað serligt á búfólkunum í Pætursgøtu seinastu dagarnar.
- Eg má siga, at tað hevur verið grátur. Men í gjárkvøldið varð tað altso gleðistár, vit feldu, sigur hann glaður.
Saman við búfólkunum, eru starvsfólk og tey avvarðandi ovurfegin um, at Niels Heðin og hinir sleppa at vera verandi í sambýlinum. Sambýlið í Pætursgøtu hevur nógv at siga fyri búfólkini, ikki minst fyri Niels Heðin Gaard Joensen.
- Eg eri glaður fyri at vera her. Eg eri glaður fyri at hava starvsfólkini her at venda mær til, tá eg havi brúk fyri tí. Tað kennist trygt her.
Niels Heðin Gaard Joensen heldur tað hava gjørt ávirkan, at hann hevur verið framm í miðlunum, og greitt frá støðuni, og hann er ikki sørt errin av úrslitinum. Nú kann hann kenna seg tryggan í Pætursgøtu.
- Her verið eg búgvandi til lutaíbúðirnar verða veruleiki, staðfestir hann.
Rósa Samuelsen kunngjørdi í tíðindasendingini á nátturða í gjárkvøldið, at sambýlið í Pætursgøtu er bjargað. Ætlanin var at fáa eina viðmerking til blaðið í dag, um hvussu peningurin er fingin til vega, og hvussu tað verður við sparingum á øðrum stovnum, men tað eydnaðist tíverri ikki.
Hon segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hon væntaði at fáa eina eykajáttan til almannaøkið.