IRF hevur sett Jóhannus Danielsen sum nýggjan fíggjarleiðara frá 1. januar 2021. Jóhannus er 55 ára gamal, búsitandi á Toftum og er skrásettur grannskoðari.
- Nýggi figgjarleiðarin hevur drúgvar royndir sum grannskoðari hjá Grannskoðarafelagnum Carl Vilhelm Weihe (fyrr Rasmussen & Weihe, nú Januar), har hann starvaðist í 16 ár, bæði í Havn og seinni sum leiðari á deildini í Saltangará.
IRF vísir eisini á, at Jóhannus Danielsen í fimm ár arbeiddi sum fíggjarleiðari og starvsfólkaumsitari hjá Borg, og í tvey ár arbeiddi hann í egnari ráðgevingarfyritøku innan bókhald, roknskap, skatt og fígging.
Jóhannus Danielsen hevur verið borgarstjóri í Nes kommunu seinastu átta árini, men valdi ikki at stilla upp aftur til kommunuvalið í november. Nú er hann sera spentur at fara undir nýggju avbjóðingina.
- Eg gleði meg at gerast partur av einari fyritøku í menning. Mínar arbeiðsroyndir eru fjølbroyttar og hóska væl til eina fyritøku sum IRF, hvørs virksemi beinleiðis ávirkar størsta partin av borgarunum og vinnulívinum í Føroyum.
Nýggi fíggjarleiðarin heldur, at tað verður spennandi saman við dugnaliga starvsfólkahópinum hjá IRF at verða við til at mynda eina fyritøku, sum arbeiðir við at menna burturkast- og endurnýtsluøkið.