Smoltaling
Tað var sorgardagur við Gjógv fyri sløkum tveimum árum síðan, tá ið eigararnir av Gjáarsmolti noyddust í Skiftirættin, har avgjørt varð, at smoltstøðin í bygdini, sum fekk fyrstu smoltini 31. mai í 1986, skuldi fara á húsagang.
Á støðini gingu 730.000 smolt, sum seinni vórðu dripin.
Tað var ikki bara við Gjógv, at smolt vórðu dripin í 2004. Fleiri miljónir smolt vórðu dripin á smoltstøðunum kring landið, tí ov fáir avtakarar vóru, soleiðis sum støðan var í krerppuraktu alivinnuni.
Smolt av Húsum
Men nú sær betur út aftur við Gjógv og Føroya Banki, sum eigur støðina, hevur gjørt av at lata hana uppaftur fyribils. Ætlandi fara trý fólk at arbeiða við smoltalingini við Gjógv, og fyrstu laksasmoltini koma væntandi av Húsum tíðliga í november.
Kornelius Johannesen, sum var ein av stovnarunum av Gjáarsmolti, verður millum teirra, sum aftur fara at starvast í smoltframleiðsluni við Gjógv.
- Eg vænti, at vit verða tríggir mans í byrjanini, men eg ætli mær ikki at verða leingi í vinnuni aftrat, nú eg ikki eri ungur longur.
Kornelius sigur, at honum kunnugt fær støðin við Gjógv smolt frá smoltstøðini hjá Faroe Salmon á Húsum, sum Føroya Banki eisini eigur.
Á Húsum gongur ov nógv smolt, nú tað veksur til og nakað má takast frá, so hvørt, sum smoltið veksur og krevur meira pláss.
Hann veit at siga, at ætlanin er at seta smoltið, sum nú kemur til Gjáar, út í apríl og juli, og tá verður hetta smoltið nakað størri enn vanligt.
Glottar at hóma
- Hvat hendir við Gjógv, tá ið smoltið av Húsum er sett út, dugi eg ikki at siga. Men heldur laksaprísurin sær, havi eg vónir um, at støðin við Gjógv framhaldandi fer at verða virkin, nú betri møguleikar eru fyri fyribyrging av sjúkum í alivinnuni.
Kornelius vísir á, at vandin við felli er minni, tá ið smoltið, sum sett verður út, er størri og tá er vandin við sjúku eisini minni, tí fiskurin verður ikki líka leingi í sjónum.- Tað var Føroya Banki, sum ringdi til okkara um at fyrireika upplating av støðini. Vit eru farnir í gongd í morgun, og tað skuldi ikki tikið langa tíð, áðrenn klárt verður at taka ímóti.
Sosialurin hevur skilt, at tað verða Kristian Jakup Joensen og Óla Jákup Niclasen, sum skulu skipa fyri arbeiðnum á smoltstøðini - og síðan Kornelius, sum er gamal í garði á Gjáarsmolti.
Allir tríggir hava teir drúgvar royndir í framleiðslu av smolti við Gjógv.
Sum skilst, fær onkur annar gjáarmaður, sum í løtuni er í starvi aðrastaðni, eisini arbeiði á smoltstøðini í bygdini.
Smoltstøðin við Gjógv er útbygd, sum árini eru liðin og stutt fyri húsagangin, høvdu teir bygt eina høll aftrat, soleiðis at umstøðurnar eru rættiliga góðar.
Einki at gera
Kornelius sigur, at tá Gjáarsmolt læt aftur, var støðan í alivinnuni ógvuliga døpur.
- Nei, eg haldi ikki, at har var nógv hjá okkum at gera, tá ið støðin læt aftur. Stórt felli var í alivinnuni, og prísirnir vóru í botni. Eingin avtakari var til stóran part av smoltinum, sum gekk á støðunum kring um í landinum. Men nú eru glottar aftur at hóma, og eg vóni, at alivinnan fótar sær aftur, soleiðis at hon aftur fær tann týdning fyri bygdirnar og samfelagið alt, sum hon hevði í fleiri ár, sigur Kornelius Johannesen.










