Í Vinnuhúsinum fegnast tey um, at Tórshavnar Kommuna tekur stig til at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum.
Ein náttúrlig gongd
Jan Mortensen sigur tað verða gleðiligt, at kommunan metir tað hava týdning at nøra um vinnulívið, og at kommunan roynir at gera ein aktivan innsats fyri vinnulívið í býnum.
- Tað er bæði gott, men eisini ein náttúrlig gongd, at kommunan er við til at skapa karmar fyri vinnulívið. At Tórshavnar Kommuna hevur tikið hetta stig, fer ivaleyst eisini at skunda undir, at aðrar kommunir í landinum fara at ganga somu leið. Sjálvsagt eru tað ikki allar, ið hava orku til hetta, men nú verður samstarva á so nógvum økjum tvørtur um kommunumørk, og tað kundi tað eisini verið á hesum økinum, heldur Jan Mortensen
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at afturi í tíðini vóru nógvar kommunur beinleiðis blandaðar uppí vinnulív, tá ið tær til dømis áttu part í flakavirkjum, men tann tíðin er farin, og at man nú ístaðin er farin at hugsa um at gera okkurt positivt fyri vinnulívið, er bert at fegnast um, sigur Jan Mortensen.