Gleðilig jól 2009

Jólakalendarin “Gleðilig jól 2009” er komin út. Tað er Hjálpin v. Leif Erik Niclasen á Argjum, sum gevur kalendarin út.

Ágóðin av søluni fer til jólapakkar við matvørum til familjur kring landið og úti í heimi, sum hava tørv á hjálp. Serliga er tað fyri føroysk húski, sum hava mist forsyrgjaran, eins og stuðul til einligar mammur og pápar.


Kalendarin er gjørdur soleiðis, at fyri hvønn dag eru nakrir vinningar at vinna. Tølini standa á baksíðuni á kalendaranum, ið verður seldur av fólki, sum koma at selja hann við dyrnar.


Kalendarin hevur øll árini kostað 50 krónur. Í samstarvi við TAKS hevur Hjálpin fingið loyvi at selja hann fyri 100 krónur, um fólk vilja tað, men um onkur ikki hevur ráð at keypa kalendaran fyri 100 krónur, ber til at keypa hann fyri 50 krónur. Fólk kunna eisini seta pening inn á konto nr. 4.221.100 í Føroya Banka.


Hjálpartænastan hevur virkað í 12 ár, og jólakalendarin hevur verið seldur síðan ár 2000. Leif Erik sigur, at eru tað vaksin fólk kring landið, sum vilja verða við at selja jólakalendarin, eru tey meira enn vælkomin at ringja til sín á tlf. 506558.