»Gleði meg til Summarfestivalin«

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, gleðir seg til Summarfestivalin. Í løtuni ger hann seg til reiðar at taka móti gestum, sum koma til Klaksvíkar um vikuskiftið.

Hvussu fyrireikar tú teg til Summarfestivalin?
- Nøkulunda sum øll onnur. Í løtuni máli eg húsini uttan, meðan konan tekur sær av at snøgga húsini innan. Eg gleði meg í øllum førum øgiliga nógv til Summarfestivalin. Serliga gleði eg meg at hoyra David Phelps, sum eg eri hugtikin av.
 
Væntar tú tær nógvar gestir?
- Ja, eg vænti, at nógv støkka inn á gólvið um vikuskiftið  familja og kenningar. Serliga gleði eg meg til at fáa beiggja mín á vitjan. Vit fara á hvørjum ári saman á Summarfestival.
 
Hvat gert tú umframt at gleða teg til Summarfestivalin?
- Í løtuni njóti eg bara summarfrítíðina. Eg stákist úti í garðinum, men eftir Summarfestivalin fari eg til Fugloyar at taka mær av løttum  at njóta friðin og náttúruna.
 
Vart tú á ólavsøku?
- Ja, ólavsøkudag var eg ein lítlan túr. Vit gingu í býnum og heilsaðu upp á fólk. Somuleiðis fingu vit midnáttarsangin við, men síðan fóru vit norður aftur.
 
- Tað var sera hugnaligt. Nógv fólk vóru í býnum, og veðrið var gott ta løtuna, vit vóru har. Men tá tað byrjaði at regna, flýddu vit norður aftur.
 
Sum Torbjørn Jacobsen segði í kantaturøðuni: á ólavsøku er alt stríð lagt á hillina, og øll eru í góðum lag. Tað er framúr.
 
 Hvørjum ynskir tú at senda eina heilsu?
- Eg ynski at senda øllum, sum koma á Summarfestivalin eina heilsu. Vónandi fáa øll ein góðan og sámiligan festival. Øll skulu vera vælkomin, og vit í Klaksvík ætla at sýna øllum góðan blíðskap.