Glasir: Vakrasta træ millum gudar og manna

Marknagilsdepilin hevur broytt navn.

Í dag gjørdist greitt, at Marknagilsdepilin hevur fingið eitt nýtt navn og búmerki. Framyvir verður skúlin alment nevndur Glasir, við undirheitinum Tórshavn College.


Tað var Bogi Bech Jensen, rektari, ið kunngjørdi nýggja navnið. Við in.fo greiðir hann nærri frá, hvat navnið merkir, um búmerkið og tilgongdina at velja navnið og búmerkið.


- Vit høvdu eitt ynski um, at øll starvsfólkini skuldu vera við í tilgongdini at velja eitt nýtt navn og búmerki til skúlan, so at tey fingu ein ognarskap til nýggja samleikan.


- So vit savnaðust á Hotel Føroyum, har eg bjóðaði vælkomin, áðrenn ein fyrilestur um kreativa prosessir var á skránni. Síðani deildu vit starvsfólkini upp í arbeiðsbólkar, har tey í mesta mun møguliga vórðu deild upp soleiðis, at allir fakbólkar og skúlar vóru umboðaðir í hvørjum bólki.


Tá starvsfólkini vórðu deild upp, vórðu tey biðin um at koma við einum uppskoti til búmerki og navn. Eitt afturvendandi evni gekk aftur hjá fleiri bólkum.


- Tey flestu vístu á eitt træ ella eina á. Træið hevur jú røtur og fer út í alt samfelagið, meðan bløðini eru næmingar, ið hava eina árstíð á skúlanum, men koma og fara eins og bløðini.


Bogi Bech Jensen greiðir frá, at arbeitt varð víðari við hesum hugskotinum. Yggdrasil var kanska mest upplagda navnauppskotið, men varð slept, tí tað verður brúkt til so nógv annað.


- Men har er eitt annað træ í norrøna gudalæru, tað er Glasir. Um tað træið verður sagt, at tað var tað vakrasta træið millum gud og manna.


Valið fall harvið á Glasir, við enska undirheitið Tórshavn college, greiðir rektarin, áðrenn hann fer í eina gjøllari frágreiðing um navnið.


- Glasir merkir glæma, glitur, neisti, geisli, glansur ella líknandi. Tað er træið í Glasislund, sum er statt beint uttan fyri Valhøll, har gudar, kongar, hetjur og onnur, sum deyð eru í bardaga, búgva. Í Glasislund rennur áin Thun. Træið sjálvt er tiltikið og tað vakrasta av øllum og borið saman við Yggdrasil. Serliga kent eru leyvini, sum eru gylt/reyðgylt og sipar skaldsliga til gull.


- Navnið Glasir er norrønt og harvið felags norðurlendskt og kann úttalast altjóða eisini. Tað er lætt og stutt og bendist ávikavist í teimum fýra føllunum ‘Glasir, Glasir, Glasi og Glasis’. Av navninum hava við orðið ‘glæsiligt’ og ‘glæstur’ og samansett nøvn sum t.d. glæstribøkur, glæstriborg, glæstrimynd og glæstriskúli.


- Træið sjálvur sipar m.a. til vøkstur og menning, meðan leyvini til tað gylta, dýrabara og fagra. At træið stendur í Glasislund uttan fyri Valhøll ger tað ikki verri. Glasislundin eins og ein skúli er ein fyrireiking ella byrjan til nakað størri, meðan Valhøll kann í okkara veruleikans føri ímynda tað stóra lívið, ið fylgir eftir lokna skúlagongd. Eg kann fyri ordan skyld nevna eitt annað mytologiskt stað, ið nevnist Glæsisvellir, sum er í Jøtunheimi. Har finst Odainsaker ella Ódeyðans akur, sum gjørdi, at øll tey, ið funnu staðið, grøddust fyri allar sjúkur og gjørdust ung aftur.
Búmerkið


Stýrisbólkurin, ið skuldi velja endaliga navn og búmerki, vendu sær til Sendistovuna og greiddi teimum frá navninum og ynskinum hjá lærarunum. Teir komu so við fleiri ymiskum uppskotum, men at enda fall valið á ein tvørskurð av Glasir, har ringarnir eru litaðir gull.


- Gull hevur altíð kveikt stóran áhuga í hugvísindi ikki minst í ævintýrum og spennandi søgum og er mynd upp á ríkidømi og eydnu, tó at vit eisini mugu hava orðatakið í huga, sum sigur, at “ikki alt er gull, ið glitrar”; tað vil siga, at vit og næmingar mugu sjálv duga at hugsa og meta um, hvat ið veruliga hevur virði og týdning. Í náttúruvísindini er gull nakað, ið kann vigast og metast, meðan búskaparfrøðin ikki kann liva uttan gull í einum ella øðrum formi. Í tøknivísindi er gull eins og træ nakað, ið arbeiðast kann við. Á tann hátt kann sigast, at træið umboðar øll fakøki skúlans, sigur Bogi Bech Jensen at enda.