Glasir víðkar um byggifrøðiútbúgvingina

Nú kann øll byggifrøðiútbúgvingin takast í Føroyum

Glasir hevur nú tikið stig til, at øll byggifrøðiútbúgvingin kann takast í Føroyum, boðar Glasir frá. Ein samstarvsavtala við VIA University í Horsens tryggjar, at útbúgvingin á Glasi er á sama støði sum í grannalondunum.

- Glasir hevur í eina tíð arbeitt við møguleikanum at bjóða út alla byggifrøðiútbúgvingina á Glasi. Mentamálaráðið gav í fjør formligt loyi til at byrja útbúgvingina, treytað av, at avtala fekst í lag við útlendskan stovn, sum kundi tryggja útbúgvingina, skrivar Glasir.

Avtala er nú gjørd við VIA University í Horsens, og tí kunnu tey, ið byrjaðu á byggifrøði í 2018 halda fram við útbúgvingini á Glasi.

Professiónsbachelor-útbúgvingin tekur samanlagt 3½ ár, tá starvsvenjing og høvuðsuppgáva, sum liggja ávikavist á 6. og 7. lestrarhálvári, eru tikin við. Hetta er onnur professiónsbachelorútbúgvingin, ið kann takast á Glasi. Hin er innovatión og íverksetan, sum byrjaði á sumri í ár.