Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur nú biðið løgtingslimir og á landsstýrisfólk seta ein kross í álmanakkan tann 9. august. Tað er nevniliga tann stóri dagurin, tá ið skúladepilin í Marknagili, Glasir, verður tikin alment í nýtslu.
Nú Løgtingið hevur orðaskiftið um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, fortaldi Rigmor Dam fyri løgtingslimum og landsstýrifólkum, at tað verður hósdagin 9. august, at Glasir verður tikin í nýtslu, og í tí sambandi verður eisini almenn móttøka í Glasi.
Glasir er nógv størsti bygningur í landinum. Hann er 19.500 fermetrar til stórar og skal hýsa einum 1500 miðnámsskúlanæmingum.
– Tað eru vit øll ógvuliga spent upp á, hóast byggingin hevur volt politikarunum nógv høvuðbrýggj, legði hon afturat. Men ikki minst fegnast hon um, at Glasir hevur eina grøna orkuskipan, tí hann er hitaður við jarðhita.