Glasir: Taka ársroyndirnar uppaftur í næstu viku

Eftir smittuútbrotið síðsta vikuskiftið avlýstu tey á Glasi ársroyndirnar, sum skuldu havt verið hesa vikuna.

Tá varð sagt, at tey fóru at meta um støðuna seinast í vikuni. Tað er nú gjørt, og avgjørt er at taka ársroyndirnar uppaftur.

 

– Smittuketurnar eru kendar, og heilsumyndugleikarnir meta, at tamarhald er á smittuni, og hetta hevur við sær, at vit frá mánadegnum 31. mai gjøgnumføra tær ársroyndir, ið eru ætlaðar at vera frá mánadegnum og frameftir, skrivar skúlin í kunning til næmingarnar.

 

Sagt verður eisini, at tær ársroyndir, ið blivu avlýstar hesa vikuna, verða ikki gjøgnumførdar hetta skúlaárið.