Neyvan nakrantíð áður hevur eitt føroyskt arbeiðspláss lýst eftir so nógvum fólki við akademiskum útbúgvingum. Glasir lýsir eftir undirvísarum til 26 lærugreinir til skúlaárið 2016/17. Samanleggingin av Tekniska Skúla, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði er komin so langt, at starvsfókahópurin er savnaður í einum og sama undirvísingarstovni, sum nú telur eini 250 starvsfólk. Hetta ger Glasir til størsta arbeiðspláss fyri fólk við akademiskum útbúgvingum.
Hetta sigur Glasir í tíðindaskrivi.
“Teir tríggir skúlarnir hava hvør sær nakrar styrkir, sum vit nú skulu samansjóða til eina eind, sum bæði skal byggja á tað, hesir skúlar standa fyri og verða nakað nýtt. Tað er ein spennandi avbjóðing,” sigur Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, sum nú á fyrsta sinni skal seta fólk í undirvísingarstørv. “Vit leita eftir fólki við akademiskum førleikum, sum kunnu ríka læraratoymið við ymiskum royndum og útbúgvingum.” Næsta skúlaár eru tímar leysir at søkja í heili 26 lærugreinum. “Í ár skulu allar umsóknir latast inn talgilt, so prosessin skuldi verið lættari og skjótari, bæði fyri umsøkjara og okkum, sum skulu viðgera umsóknirnar, sigur Bogi Bech Jensen, sum væntar, at setanarsamrøður verða longu aðru viku í mai.
Umsóknarfreist til størvini er 2. mai 2016.










