Glasgentan í Norðurlandahúsinum

Leygardagin fer Karin Dyhr, sum er kend fyri at hava skrivað bókina, Glaspigen, at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um langtíðarávirkanina av kynsligum ágangi ímóti børnum

Í morgin, leygardagin verður sjónligheitsdagur í Føroyum.

Hetta er fyrstu ferð, at hesin dagurin verður hildin í Føroyum og í hesum sambandi fer kendi danski rithøvundurin, Karin Dyhr, at halda fyrilestur um, hvussu kynsligur ágangur ímóti børnum ávirkar tey seinni í lívinum.

Fyrilesturin er frá klokkan 11 til klokkan 15 í morgin og tað verður Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum setir tiltakið. Annars fara Sólva Ford og Bárður á Lakjuni at kryddra dagin við tónleiki og sangi.

Karin Dyhr er serliga kend fyri at hava skrivað bókina, Glaspigen.

- Sum eitt úrslit av afturvendandi kynsligum ágangi frá pápa sínum, gjørdist Karin Dyhr sjúk. Hon gjørdi sítt egna orðaleysa mál- og tá ið sorgin og vónloysið ikki vóru til at bera, skar hon seg í armar og kropp. “Eg skal fáa ilt – blóðið má út”.

Í fyrilestri sínum greiðir Karin Dyhr frá um sín bardaga við borderline og meira enn 70 innleggingar á sinnissjúkradeildum, um arr á likam og sál - og um hvussu hon gjørdist frísk og fekk eitt gott lív.

Hetta er fyrstu ferð, at Sjónligheitsdagurin verður hildin í Føroyum. Hugskotið til átakið er sprottin úr danska Synlighedsdagen, sigur Grúgvan, sum fyrireikar tiltakið, í tíðindaskrivi.


Ikki so lætt

Hóast øktan opinleika á nógvum økjum, er blóðskemd og kynsligur ágangur framvegis nakað, sum vit ikki tosa opið um.

Men hvussu sær so gerandisdagurin hjá kynsliga misbrúktum børnunum út, eftir at tey eru vaksin? Er tað møguligt at lekja álvarsligu sárini frá barnaárunum? Og hvat kann ein sjálvur gera, tá ein er vorðin vaksin?

Tað kemur fyri, at vaksin fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í barnaárunum hoyra sínar næstringar siga: “Kanst tú ikki bara leggja tað farna afturum og koma víðari!”

Men so lætt er tað ikki. Kynslig misnýtsla í barnaárunum kann hava nógva ringa ávirkan á gerandisdagin

- Talan er bæði um sálarligar, likamligar og sosialar trupulleikar, sum vísa seg í vaksnamannalívinum sum avleiðing av áganginum og viðurskiftunum í uppvøkstrinum.

Men tað góða er, at tað ber til at gera nakað við støðuna og tað er hetta, sum Karin Dyhr fer at tosa um.