Glapp á stokkinum

Næstan alt var komið undir land, tá ið samráðingarnar ímillum kommunurnar og Starvsmannafelagið slitnaðu, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

 

Verkfall


? Vit harmast um, at tað endaði við verkfalli. Men vit halda ikki, at Starvsmannafelagið hevur tikið neyðug atlit tey serligu viðuskifti, sum eru galdandi í kommununum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, heldur, at orsøkin til verkfallið, sum nú er í átta kommunum kring landið, er ein avleiðing av, at Starvsmannafelagið ikki vísti neyðugt forstáilsi.

Men tað skilst, at tað var komið heilt á stokkin, tá ið samráðingarnar slitnaðu.

Felagið sigur, at partarnir hava í longri tíð arbeitt við at innplasera eina nýggja lønartalvu, sum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið gjørdu fyrr í ár.

?Nú samráðingarnar slitnaðu, vóru bara einar átta innplaseringar eftir av teimum 300-400

Harumframt hava partarnir í langa tíð roynt at samanskriva sáttmálan ímillum Fìggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, so at hann eisini kundi verða galdandi fyri kommunurnar.

?Nú samráðingarnar slitnaðu vóru bara onkrar smávegis orðingar eftir, umframt nakrir ígjøgnum moing ár innarbeiddir sersáttmálar fyri kommunala økið.

Arbeiðsgevarafelagið hjá kommununum metir, at semja var fingin um ímillum 96 og 99% av viðurskiftunum, tá ið tað skrædnaði


Dagrøktarar trupulleikin

Felagið sigur at stóri trupulleikin vóru viðurskiftini hjá dagrøktarunum.

?Fyri tveimum árum síðani batnaðu teirra viðurskifti so nógv, at tað dýrkaði dagrøktina 25%, men av teimum betala foreldrini 30%.

Í hesum samráðingunum kravdi Starvsmannafelagið, at dagrøktarir skulu hava somu sømdir sum onnur kommunal Starvsfólk, eitt nú fulla løn undir sjúku og barnsburði, eisini skattafríu samsýningin, sum er 1/3 av lønini.

?Tað vóru serliga hesi viðurskifti sum gjørdu, at samráðingarnar slitnaðu.

Hinvegin halda kommunurnar, at dagrøkt er ein serlig skipan, har dagrøktir arbeiða sjálvstøðugt við og har barnatalið hjá hvørjari dagrøkt er ymiskt.

Arbeiðsplássið er heima og tað ber ikki til at hava sama eftirlitið við arbeiðstíðini, sum við vanligum skrivstovufólki.

Tí er hetta ikki eitt øki, sum er hóskandi at skipa eftir vanligum starvsmannareglum, heldur kommunala Starvsmannafelagið.