Glantrileikur ella ikki

Heðin Mortensen

Dúgliga hevur verið tosað og skrivað um »glantrileik« síðani kommunuvalið síðsta týsdag. At nógv hevði betur verið ósagt, er helst tað einasta, allir partar munnu vera samdir um.
Men tá formaður Sambandsfloksins roynir at tváa sínar hendur og siga, at hann »ongantíð hevur verið partur av samráðingunum«, er tað ikki meira enn partvíst rætt.
Víst var Kaj Leo Johannesen ongantíð fysiskt til staðar undir hesum samráðingum, men umvegis telefonina varð nógv tosað við hann valnáttina.
Sjálvur vildi eg ikki fara undir nakrar tingingar við valdu býráðslimirnar hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, fyrr enn eg hevði fingið »grønt ljós« frá floksformanninum.
Hetta kunnu onnur eisini vátta, tí tað var ikki bara eg, sum umvegis telefonina vendi mær til Kaj Leo Johannesen hasa náttina.
Um hálvgumfimmtíðina tosaði eg við hann í eitt korter, og tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at fyrstvaldi býráðslimur floksins og floksformaðurin fara ikki mitt um náttina eftir eitt val at tosa saman í telefon, tí teir vilja skifta um bindiuppskriftir!
So Kaj Leo Johannesen kann ikki siga seg hava verið óvitandi um tað, ið hendi hasa náttina. Tað er veruliga burtur úr vón og viti, um nakað er tað!
Tá vit so aftur tosaðu saman í telefonini um áttatíðina, samdust vit um, at býráðslimir floksins og formaðurin sjálvur skuldu hittast til fund á Farex, og hann lovaði at geva Beate L. Samuelsen og Høgna Mikkelsen fundarboð.
Á tí fundinum legði eg fram tað, eg hevði vunnið Sambandsflokkinum um náttina, so flokkurin kundi fáa størstu ávirkan á leiðsluna í landsins størstu kommunu komandi fýra árini.
Tað, ið varð lagt á borðið, var snøgt sagt besti møguleikin hjá Sambandsflokkinum í Tórshavnar kommunu síðani 1996, tá flokkurin forsvav seg og vaknaði aftur í andstøðu.
Hetta í sjálvum sær átti at verið ivaleysa gott grundarlag fyri einari annulering av fyribils avtaluni við Fólkaflokkin, ið als ikki var so »klokkuklár«, sum Jan Christiansen hevur rópt um, men bert var ein fyribils avtala, ið legði upp til at hittast aftur til víðari tingingar.
Í »klokkukláru avtaluni« varð enntá lagt upp til at fáa ein triðja flokk uppí. Og tað dugir ein og hvør at siga sær sjálvum, at við enn fleiri pørtum uppií hevði Sambandsflokkurin neyvan vunnið, men bara mist.
Kortini hendi á fundinum á Farex tað løgna, at Sambandsflokkurin skoytti ikki um at fáa ta stóru ávirkan, honum stóð í boði!
Tað, sum síðani er hent, kenna øll. Fyri mín part eri eg fegin um ta góðu móttøku, eg havi fingið í Javnaðarflokkinum, eftir at eg frá Sambandsflokkinum fekk valið millum »at vera skotin ella hongdur«.