Ein av teimum mongu, ið fegnaðust í Gundadali leygardagin, tá HB vann føroyameistaraheitið, var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.
– Tað fløvar mítt hjarta, at vit hava fingið føroyameistaraheitið til Havnar. Hóast hetta var ein lokaluppgerð, so man tað gleða allar borgarar, at vit fingu meistaraheitið til Havnar, segði hann.
– Og hóast eg kanska havi eitt B36-hjarta, so bankar tað báðar vegir. Og tað bankar allarmest fyri Havnini. Dysturin kundi farið báðar vegir, men avgerðin skuldi takast, og tá hon fall til fyrimuns fyri HB, eri eg sjálvandi glaður vegna Havnina.