Glaður eigari hevur fingið pengarnar aftur

Løgreglan sigur, at tað er merkisvert so illa sum fólk missa pengar burtur í Havn

Mikudagin í farnu viku fann ein persónur eina stóra peningaupphædd mitt á vegnum í gongugøtuni í Havn. Viðkomandi var so reiðiligur, at hann fór til løgregluna við pengunum, og síðani hevur løgreglan leitað eftir eigaranum. Og í gjár kundi løgreglan so handa einum glaðum eigara pengarnar aftur.

 

 

Les eisini: Funnu nógvar pengar í Gongugøtuni í Havn: Leita nú eftir eigaranum

 

 

Løgreglan vildi ikki siga, hvussu stóra upphædd talan var um, ella hvussu seðlabýtið var. Endamálið er, at tað skal tann, sum hevur mist pengarnar, greiða frá fyri at fáa vissu fyri, at tað er rætti eigarin, sum fær pengarnar.

 

Og nú eigarin er funnin vil løgreglan framvegis ikki siga, hvussu nógv, talan var um. Men tey søgdu, at talan var um eina so mikið stóra upphædd, at eigarin átti at sakna pengarnar. Finnarin fekk 10 prosent í finningarløn.  

 

Síðani vit skrivaðu um hetta fríggjadagin, hava fleiri fólk ringt til løgregluna og at boðað frá, at tey hava mist pengar. Men løgreglan sigur, at tann eini fráboðarin kundi siga upp á oyrað, hvussu stór upphæddin var, og hvussu seðlabýtið var.

 

Viðkomandi hevði eina álítandi forkláring upp á, hvussu pengarnir vórðu endaðir á vegnum, tí viðkomandi hevði verið í bankanum eftir eini størri upphædd, og síðani hevði viðkomandi eisini verið í einum ávísum handli og keypt.

 

– Tað stemmaði alt upp á oyrað, so eigarin hevur fingið pengarnar aftur, sigur løgreglan. Men annars leggja tey afturat, at tað er undrunarvert, so illa sum fólk missa pengar burtur.

 

Og tað er mest í Havn, leggja tey afturat tí hesar seinastu dagarnar, tey hava leitað eftir eigaranum til upphæddina, sum varð mist í Gongugøtuni, hava fleiri fólk ringt til løgregluna og boðað frá, at tey hava mist pengar.

 

 

Les eisini: Mistu pengar á vegnum: Nú hava fólk boðað frá at tey hava mist pengar

 

 

Og í nógvum førum hevur talan verið um fleiri túsund krónur, sum fólk hava mist burtur, heilt úr 7.000 – 8.000 krónum, upp í 30.000 krónur, sigur løgreglan, sum eisini undrast á, at fólk ganga við so nógvum reiðum peningi uppi á sær.