Útidysturin ímóti EB/Streymi í fjør gjørdist ein marra fyri B36. B36 var á odda 2-0 og tapti 2-3. Tí var Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36 glaður at sleppa av Hólmanum á Eiði við einum 2-1 sigri ímóti EB/Streymi í dag.
Innkeypini, Brian Jacobsen og Árni Frederiksberg gera tað framúr gott, og hava lagt navn til øll trý málini hjá B36 í landskappingini higartil. Ì dag var Brian Jacobsen sum skoraði bæði málini í 36. og 65. minutti.. Alex Mellemgaard átti uppleggið til tað fyrra málið, og Árni Frederiksberg átti uppleggið til tað seinna málið. Poul G. Olsen minkaði um munin til 1-2 í 77. minutti, men nærri kom EB/Streymur ikki.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1, har prátað var við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen, ið iðrar seg um, at EB/Streymur kom so seint í gongd við at leggja trýst á B36. Rógvi heldur, at EB/Streymur kom ov illa frá byrjan.
2) Hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1, har prátað var við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum er meir enn fegin um at verða sloppin av Hólmanum við einum sigri í dag.