Six City Stompers eru komnir til Føroya fyri at spæla, tá stórt tiltak verður í Grasagarði í morgin, 1. mai.
Eftir at vanliga 1. mai tiltakið á Vaglinum i Havn er endað, verður stór konsert í Grasagarði við Jens Marna Hansen og bólki, Búa Dam og Dánjal á Neystabø og danska bólkinum Six City Stompers.
Vit hava tosað við bólkin.
Hvat er hetta fyri ein bólkur?
- Hetta er bólkur av profesiónellum tónleikarum. Vit ganga ella hava allir gingið á konservatorium og liva av at spæla. Vit eru føst manning, ið hevur spælt saman í eini 2 ár. Men av og á taka vit aðrar tónleikarar við, serliga gamlar jazzarar, ið geva okkum íblástur, siga teir í Six City Stompers.
Hvønn tónleik spæla tit?
- Tað eitur siðbundin jazzur ella happy jazzur. Hetta er jazzur, ið vendir sær úteftir. Tónleikurin kemur upprunaliga úr New Orleans og kom fram i 1920 áruunum. Louis Armstrong – sum vit halda nógv av – hevur verið ein viti innan henda stílin, siga Six City Stompers.
Hvat merkir tónleikurin fyri tykkum?
- Heilt nógv og alt ov nógv onkutíð. Unnustur, konur og børn og vinir kunnu blíva smásúr viðhvørt, so nógv sum tónleikurin merkir fyri okkum.
Hava tit verið uttanlands og spælt?
- Ja, í Frankaríki og Noreg. Vit høvdu eisini aðrar ætlanir, men so nógv er at gera í Danmark í summar, at vit hava valt útlandið frá. Í løtuni er ein partur av bólkinum í New Orleans og spælir tónleik inn saman við lokalum tónleikarum har.
Hvat við tónleiki og framtíðini?
- Spæla og breiða út gleði við tónleiknum. Gera eina útgávu í heyst. Vit hava spælt kring alt Danmark, so fleiri túrar í útlondum standa eisini ovaliga á listanum. Vit gleða okkum til at spæla í Føroyum. Bert ein av okkum hevur verið her áður. Vit steðga eina viku og kanska sleppa vit at uppliva grindadráp, sigur manningin í Six City Stompers.
Torleik – hálvur føroyingur spælir bass
Torleik spælir bass í bólkinum. Hann er hálvur føroyingur, men hvussu er hansara samband vð Føroyar?
- Sambandið er gott til land, mál og fólk, og eg havi vitjað í Føroyum einar 20 ferðir. Stórur partur av familjuni býr í Føroyum og tað hevur altíð havt nógv at siga fyri meg at koma og siga hey við abba mín og øll hini. Foreldur míni eru við at flyta til Føroya, tí pápi mín hevur fingið starv sum urguleikari við dómkirkjuna í Havn, so eg komi óivað at vitja oftari framyvir, sigur Toreik.
Hvat er tónleikaliga bakland títt og hví valdi tú bassin og tónleikin sum yrkisleið?
- Eg havi altíð spælt og sungið. Fekk violin frá pápa, tá eg var fimm ár og havi eisini spælt guitar og klaver. Tá eg var 15 byrjaði eg at spæla bass á eftirskúla, tí ongin annar tímdi. Í studentarskúlanum fekk eg áhuga fyri kontrabassinum og foreldrini keyptu mær ein. Tað skuldu tey ikki havt gjørt, tí eg gjørdi ikki annað framyvir og nakrar mánaðir seinni gavst eg í skúlanum. Síðani hevur tað gingið slag í slag og eg eri um at gera meg lidnan á konservatorium í Keypmannahavn. Eg havi spælt øll sløg av tónleiki og havi lært nógv spnnandi fólk at kenna kring allan heim. Næsta ár flyti eg til Los Angeles. Tað er ringt at hava trygga legu, men seinni fari eg óivað at hugsa um familju og at búsetast fast, møguliga í Føroyum, hvør veit?, sigur Torleik, bassleikari í Six city Stompers.









