Glaðir pensionistar vitjaðu Miðlahúsið

Mikukvøldið vitjaðu 60 forvitnir og glaðir pensionistar úr Havn í Miðlahúsinum í Vágs­botni, har blað­stjór­in greiddi frá nógva virkseminum í húsunum og annars vísti teimum hetta nútímans og virkna fjølmiðlaarbeiðsplássið. Tey vóru hugtikin av at síggja, hvussu væl er frágingið at umbyggja eini handilshús til eitt miðlahús, sum eisini skal vera partur av menningini í miðbýnum

Mikukvøldið vórðu dyrnar latnar upp í Miðlahúsinum í Vágs­botni, og innar á gátt komu ikki færri enn 60 limir í Pensionistafelagnum í Havn, 55 kvinnur og 5 menn. Formaðurin í felagnum, Suni Joensen, sum altíð er góður í ráðum, góður at skipa fyri og fáa limunum nýggjar upplivingar, heitti á leiðsluna í Miðlahúsinum um at stíla fyri einum upplýsandi hugnakvøldi fyri limirnar og greiða frá, hvussu eitt blað verður til og annars hvat Miðla­húsið tekst við. Tað skuldi eisini vísa seg, at hetta var eitt gott val, tí sera mong tóku av tilboðnum og leitaðu sær, hóast kulda og kava, oman í Tórsgøtu 1, har tað varð fjálgt og vítt til veggja og høgt til loftið. Mong mintust bráddliga aftur á góðar farna løtur og hendingar í handilshúsunum, sum nú er vorðið fjølmiðlahús.
Borðreitt varð við kaffi og køkum, og Jan Müller, blaðstjóri beyð vælkomin og greiddi gestunum frá ymsu miðlunum, sum húsast í Vágsbotni og hvussu eitt blað verður til. Eisini segði hann frá ynskjunum og ætlanunum hjá býráðnum og teimum, sum húsast í og kring Tórsgøtu, um at fáa meira lív í og menna umhvørvið í Vágsbotni sum heild. Nakað, sum so eisini skal kunna koma øllum ættarliðum í býnum til góða, eisini tí tilkomna og eldra ættarliðnum.
Høvi varð so eisini at síggja arbeiðsplássið og vóru blíðu og fegnu havnafólkini sera hugtikin av at síggja, hvussu væl er frágingið í sambandi við umbyggingina  frá einum handilshúsi til eitt miðlahús. Áðrenn farið heimaftur hetta kalda vetrarkvøld varð vístur umleið 40 ára gamal bretskur filmur um Føroyar og vakti hann eisini mong góð og gomul minni. Enn eitt gott og hugnaligt pensionistakvøld í tí Harrans ári 2006 var komið at enda. Hýrurin varð góður, tá dyrnar vóru latnar upp, og hann var ikki minni góður, tá fryntligu og jaligu pensionistarnir góðar tveir tímar seinni takkaðu fyri seg. Sum skilst er hetta bert eitt av ætlandi mongum upplýsandi hugnatiltøkum, sum Miðlahúsið fer at skipa fyri fyri sínum lesarum og viðskiftafólki.