Tað er neyvan nakar sum er lættur um sinnið, tá ein fær staðfest eina álvarsama likamliga sjúku.
Men tað var 40 ára gamla Sigrið Højsted. Hon gjørdist sera fegin, tá hon í oktober 2003 fekk staðfest av lækna, at hon hevði ov høgt stoffskifti.
Henda sjúkan hevði við sær, at hon gjørdist órólig, hevði týttan puls, var altíð heit og illa fyri.
- Tá eg fekk at vita, at eg hevði hesa sjúkuna, varð eg hjartans lukkulig. Tí satt at siga, so trúði eg, at eg var vorðin sálarliga sjúk.
- Puha, sum tað var gott at fáa hetta at vita. Tí eg fekk at vita, at við góðari viðgerð, so kundi eg koma at liva eitt vanligt lív aftur, sigur Sigrið.
Í dag livir hon eitt vanligt lív við arbeiði, manni og børnum. Men tað var ein tíð í hennara lívi, tá hon spurdi seg sjálva, um hon nakrantíð fór at gerast frísk aftur, tí sjúkralegan gjørdist nógv drúgvari enn væntað.
Nú ynskir Sigrið at verða øðrum til hjálpar, sum eru í somu støðu sum hon. Tí arbeiða hon og aðrar kvinnur í dag við at stovna eitt felag fyri tey, sum stríðast við stoffskiftið.
Vit vita, at nógv líða undir hesum. Og tí vilja vit við hesum felagnum seta tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna hjá teimum, sigur hon.
Felagið, ið er undir stovnan vendir sær bæði til teirra, ið hava ov høgt og ov lágt stoffskifti. Ætlanin er, at fáa so nógvar limir sum tilber, so tey kunnu gera eitt munagott arbeiði við upplýsing og hjálp til teirra, ið hava hesar sjúkur.
Sigrið Højsted arbeiðir í dag sum lærari í Eysturskúlanum, er gift og eigur fýra børn.
Akutt
Tey fyrstu eyðkennini um at eitthvørt bilti Sigrið vístu seg fyri tveimum árum síðani, tá hon og familjan búðu í Danmark, har hon las pedagogiska psykologi.
Tað var so óhugnaligt og so óveruligt, tí so líðandi kláraði hon hvørki at slappa av ella at konsentrera seg um nakað sum helst. Heldur ikki tey fýra børnini og mannin.
- Hetta var tó ikki alt, tí eg føldi meg rættiliga nervøsa og stressaða, føldi meg altíð heita, og so óttaðist eg ikki minst fyri, at okkurt psykiskt var galið við mær. Tað var sum var eg manisk, tí eg kláraði ikki at binda frið eina einastu løtu.
- At enda varð tað so ringt, at eg ikki megnaði at gera nakað sum helst. Alt tað sum æt skúli og heimaarbeiði, tað mátti eg bara gloyma alt um, sigur Sigrið.
Her var so einki annað at gera enn at venda sær til kommunulækna. Hann gjørdi tær kanningarnar, sum ein lækni eigur, men tað var kortini eitt, sum hann steðgaði við beinanvegin: Pulsin.
- Vanliga liggur pulsurin millum 60 og 80 sløg um minuttin. Men hjá mær var hann tað dupulta 160!! Her var tí einki annað hjá honum at gera, enn at leggja meg inn á sjúkrahús.
- Einki við at fara heim at pakka fyrst ella at summa meg eitt sindur. Nei, beinleiðis á sjúkrahúsið sum akuttur sjúklingur, sigur Sigrið.
Alt ov høgt
Á sjúkrahúsinum í Glostrup varð hon beinanvegin kannað fyri tað, tey øll óttaðust fyri at henni bilti: Okkurt álvarsamt við hjartanum ella lungunum.
- Ja, heilt erliga, so væntaði eg ta einu løtuna, at teir fóru at operera meg í hjartanum ella lungunum beinanvegin. Men soleiðis varð tíbetur ikki.
Tað vísti seg tvørturímóti, at bæði hjartað og lunguni virkaðu sum tey skuldu, og at allar blóðroyndirnar vóru í fínasta lagi. Allar, uttan tann eina: Tann, sum vísti stoffskiftið.
Svarið uppá hesa royndina fekk hon ikki sama dag sum hinar, men mátti bíða í tríggjar dagar. Og tá so svarið umsíðir kom, var eingin ivi: Stoffskiftið var heilt út av lagi. Tað var alt, alt ov høgt!
Tíbetur fyri Sigrið var henda sjúkan ikki nýggj fyri starvsfólkini á sjúkrahúsinum. Hon varð tí beinanvegin kannað nærri og sett í røttu viðgerðina.
Vegna sjúkuna avgjørdi familjan at flyta aftur til Føroya, tí tað kendist tungt at vera í fremmandum landi fjart frá ommum, abbum og øðrum, ið kundu hjálpa til og vera um børnini, tá ið Sigrið ikki var før fyri tí.
Eg kendi meg tó næstan fríska bara ein mánað aftaná at verða sett í viðgerð við tablettum, sigur Sigrið, sum nú hevði tað munandi betri.
Men henda støðan vardi bert eina stutta tíð.
Toldi ikki heiligvágin
Nakað eftir at hon var komin heim til Føroya og var farin aftur til arbeiðis sum lærari, byrjaði hon at føla seg støðugt troytta og illa fyri, - so illa fyri, at hon í fleiri førum var um at detta um, mitt á gólvinum. Enn einaferð varð neyðugt at fara til lækna.
Henda marsdagin í fjør fekk hon so at vita frá kommunulæknanum, at nú kundu blóðroyndirnar staðfesta verri ting: Hon hevði fingið livrabruna!!
Her var einki annað at gera enn at senda hana akutt niður til Danmarkar. Her varð borið skjótt at, og staðfest at hon ikki toldi heiligvágin fyri stoffskiftið.
Heiligvágurin varð tikin frá henni, og hon varð ístaðin fyri sett í eina serstaka radio-jod viðgerð, ið verður brúkt fyri at oyðileggja ein part av skjaldkertlinum, sum við ov høgum stoffskifti framleiðir ov nógv hormon, sum ein verður sjúkur av. Ístaðin fyri heiligvágin fyri stoffskiftið fekk hon nú bert heiligvág fyri hjartað, sokallaðar beta-blokkarar, ið seta pulsin niður.
Í nógvar mánaðir var neyðugt at brúka hendan heiligvágin fyri at yvirhøvur at kunna liva og vera til, tí læknarnir tordu illa at geva henni annað medisin fyri stoffskiftið. Eitt heilt ár gekk tí, áðrenn stoffskiftið broyttist nakað av radio-jod viðgerðini.
Aftur til arbeiðis
Nú tekur Sigrið tó annan heiligvág fyri stoffskiftið og sum hon tolir. Men stoffskiftið hevur verið sera ringt at regulera, og er ikki komið aftur í rætta legu enn, tó at tað nú er til at liva við.
Hon hevur ikki tørv á at taka heilivág fyri hjartað longur, men skal møguliga fáa nýggja radio-jod viðgerð, tí hin ikki hevur verið nóg góð.
- Eg eri eisini farin til arbeiðis aftur sum lærari, tó við niðursettari tíð.
- Men eg trúgvi uppá, at eg ein dag skal verða fullkomiliga frísk aftur. Júst tað tyktist óhugsandi fyri bert fáum mánaðum síðani, men í dag livi eg í hesi vónini, sigur Sigrið.
- Eg klári lívið, arbeiðið og heimið
Hetta hevur verið ein strævin tíð. Eitt tað ringasta var, at eg misti púra álitið á mær sjálvari. Eg spurdi onkutíð meg sjálva: Manst tú nakrantíð fara at verða tú sjálv aftur, ella at kunna arbeiða aftur?!
Tíbetur hevur Sigrið tað betri nú, og hevur enn vónina um at hon skal blíva frísk.
- Í dag er alt OK. Eg klári lívið, arbeiðið og heimið, men tað hevur ikki altíð verið so lætt hjá teimum.
Sigrið hevði fleiri vinkonur, sum henni vanliga dámdi væl at práta við. Men hesa tíðina, meðan harðast leikaði á, orkaði hon ikki hugsanina um at skula fara út, har fólk savnaðust.
- Eg orkaði ikki at fáa so nógv inntrykk, og eg royndi bara at isolera meg frá øllum.
Haraftrat kom, at hon føldi seg troytta og altíð í undirskoti av orku, men hon kundi ikki á nakran hátt slappa av fyri at endurvinna sær megina og orkuna.
Hon beskrivar tað soleiðis: -Tað var sum støðugt at sita í einum rutsjibana við slíkari kitlan í búkinum, at eg var um at gerast ør av tí. Hetta er ivaleyst av tí, at adrenalinið er sera høgt í blóðinum, tá ið stoffskiftið er høgt.
- Bara tað at skula samtala við mína bestu vinkonu, var sum ein plága, tí eg megnaði ikki at taka ímóti øllum tí, sum hon greiddi mær frá.
- Eg fekk heldur ikki hildið skil á øllum tí, sum eg skuldi, tí eg var so ómetaliga gloymsk. Tað var altíð okkurt sum eg hevði gloymt, og eg helt at fólk høvdu sagt okkurt við meg, sum tey kortini als ikki høvdu sagt.
- Eg helt í fyrstuni at tað var galið við teimum, men eg fann so tíbetur seinni útav, at feilurin lá hjá mær og kom av sjúkuni eg hevði.
- Eg var altíð, altíð stressað, hóast einki var at vera stressað um, sigur Sigrið við einum brosi.
Hart fyri umhvørvið
Sigrið veit eisini í dag, at maðurin og børnini hava havt eina harða tíð, meðan sjúkan var uppá tað ringasta.
- Eg sá ikki so væl beinanvegin, at tey vóru ávirkað av sjúkuni. Men tey vóru sjálvandi merkt av tí, hóast eg ikki altíð sá, at tey vóru bekymrað um meg.
Maðurin hevur eisini stuðlað henni ótrúliga nógv. Hann skuldi í roynd og veru taka sær av fýra stórum økjum: Krevjandi arbeiði sínum, húsinum, børnunum og so av konuni.
- Og tað gjørdi hann alt uttan at gremja seg.
Felag
Systir hennara var henni ein góður stuðul hesa tíðina, tí hon hevði fingið staðfest somu sjúku eitt ár frammanundan.
- Eg skilji einki av tí, hví eg ikki legði merki til tað beinanvegin, tá eg sjálv fekk eyðkennini fyri sjúkuna. Eg átti at havt sæð, at tað var júst soleiðis hjá mær sum tað hevði verið hjá henni.
- Tá so diagnosan hjá mær var staðfest, tá kom tað til mín: Sjálvandi var tað tað. Hvussu í víðu verð kundi eg yvirsíggja tað?!
Júst hetta at hava onkran annan at tosa við er eitt av tí, sum Sigrið hevur havt tørv á og sum hon eisini veit, at onnur í somu støðu sum hon hava.
Tí eru tær átta kvinnur -farnar undir at fyrireika stovnseting av einum felagi fyri fólk sum hava sjúkur við stoffskiftinum annaðhvørt tí tað er ov høgt ella tí tað er ov lágt. Slík feløg eru vanlig í grannalondum okkara.
Hóast tær ikki vita nágreiniliga talið, so hava tær ein varhuga av, at tað er eitt sera stórt tal av føroyingum sum hava somu sjúku sum tær, og sum tí høvdu havt gagn av at verið við í slíkum felagi.