Glóð spælir live í FO

Orkuríki popprokk bólkurin Glóð verður millum nøvnini á stóru ólavsøkukonsertini Ó12, sum verður fríggjadagin 27. juli. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar sleppa at hoyra vælumtókta bólkin live.

 

Superbólkar við kendum tónleikarum, hava í nógv ár verið vælumtóktir bæði her heima og úti, og kunnu vit nevna altjóða bólkar sum Travelling Wilburys og Velvet Revolver, ella føroyska bólkar sum Moirae, Rekini og Taxi. Hyggur tú í fløguhúsan hjá Glóð, sæst skjótt, at her er talan um ein tílíkan superbólk.

 

Oddamannin, Hans Edvard Andreassen, kenna tey flestu frá The Dreams. Bassleikarin er best kendur sum tónleikaframleiðari, men Kristoffur Mørkøre er eisini kendur úr bólkum sum All That Rain og Divaz. Gittarleikarin Edmund í Garði er kendur frá tungmálmsbólkinum Krit og úr Zink og trummuspælarin, Rúni Mouritsen, er serliga kendur úr countrybólkinum The Reverends og spældi eisini trummurnar á fyrstu útgávuni hjá Páll Finnur Páll.

 

Fyrsta útgávan hjá Glóð, Mítt stríð er mítt ríkið, kom út í fjør, og fleiri løg av henni hava verið nógv spæld í útvarpinum. Men av tí at fleiri av limunum búgva í Danmark, hevur bólkurin enn ikki spælt í Føroyum.

 

Manningin í Glóð gleðir seg nógv til at framføra á ársins ólavsøkukonsert, og í sambandi við framførsluna hava ungu garparnir styrkt seg við nøkrum av okkara bestu kórrøddum: X-Factor vinnaranum Lindu Andrews, Lailu Carlsen og Kirstin í Garði.

 

Niðanfyri er videobrot, har manningin í Glóð venur til konsertirnar hetta summarið.