Elin N. W. Tausen, námsfrøðingur
-----
Eg havi fylgt eitt sindur við kjakinum um forskúlar ella ikki seinastu vikuna. Mín niðurstøða er, at fyri at vit kunnu fáa eitt veruligt kjak í gongd, so mugu vit vera samd um eitt felags útgangsstøði. Í løtuni virkar kjakið mær, sum um tosað verður um sama træ, men at summi síggja tað sum eitt súreplatræ og onnur sum eitt appilsintræ. Fyri at lyfta kjakið upp, mugu vit blíva samd um, hvat fyri træ, vit øll tosa um.
Í mínum hugaheimi kann spurningurin um undirvísingarskyldan skal lækka niður í 6 ár ikki standa einsamallur. Vit mugu taka alla skúlaskipan okkara við í kjakið. Hvat er endamálið við skúlaskipan okkara? Hvat hugsa vit sum havandi størsta týdningin, tá vit hugsa skúlaskipan? Tað hevur týdning fyri um okkum at vita, um vit tosa um eitt appilsintræ ella súreplatræ!
Fyri ein persón, hvørs útgangsstøði til kjakið er, hvussu vit kunnu koma hægri á PISA-skalanum, gevur tað, at seta fokus á at styrkja lesiførleika, støddfrøði, o.a. - altso á teir fakligu førleikarnar - meining. Umframt, at tað, at lækka skúlaaldurin tykist vera skilagott at gera, tí so hevur man eitt ár til at fyrireika børnini til skúlaskipanina.
Meðan tað, fyri ein persón, hvørs útgangsstøði er, at børnini kenna seg møtt, sum tey eru, at tey varðveita trúnna uppá: “Eg megni”, trivnað, at kreativiteturin verður styrktur, altso, tað meira persónligu og sosialu menningina - tá verður hugsanin, um at børnini vera partur av verandi skúlaskipan eitt ár fyrr, ørkymlandi.
Tí sigi eg , at vit kunnu ikki fáa eitt dygdargott kjak, fyrr enn vit viðurkenna, at vit hava ymisk útgangsstøði at kjakast út frá. Hugsi tykkum, hvørja dygd, skúlaskipan okkara kann fáa, tá vit fáa flættað hetta saman, tí vit skulu hava alt við, tí at øllum hesum hevur tað einstaka barnið tørv á.
Ábyrgdin fyri, at okkara skúlaskipan er, sum hon er í dag, liggur ikki á nøkrum fakbólki, hvørki lærarum ella námsfrøðingum, men hjá okkara lóggevandi valdi. Vit mugu viðurkenna, at lærarar eru ikki námsfrøðingar, ella at námsfrøðingar eru ikki lærarar, men at báðir fakbólkar spæla ein stóran leiklut í menningini hjá børnum. Við virðing fyri styrkjunum hjá hvørjum øðrum, kunnu vit saman geva børnunum besta læruumhvørvið at vaksa til í.
Tað var eitt, sum eg serliga beit merki í, tá Anne Bamford, professari, hevði fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Tað var, at hennara ynski fyri børnini hjá sær, var, at børnini varðveittu “The sparkle in the eyes” gjøgnum alla skúlaskipanina. Hetta náttúrliga forvitnið at læra og uppliva gleði við at læra, skuldi vera drívmegin gjøgnum skúlagongdina hjá barninum.
Eg upplivdi herfyri, at glógvanin hjá 9 ára gomlu dóttur míni nærum bleiv sløkt. Dóttir okkara er ein glað genta, sum hvílir í sær sjálvari, men sum ikki er ein sterkur lesari enn. Hon tekur lesiroyndir sum øll onnur, men hesa ferð var hon tilvitað um, at hon ikki dugir líka væl sum hini. Tað fortaldi skúlaskipanin henni. Og trúgvin uppá, at “Eg megni” minkaði. Kanska skuldi tað motiverað hana til at kýta seg meira, ella fortelur tað henni, at “tú dugir ikki”, tað kann vera líkamikið....
Endamálið við at gera lesiroyndir av børnum frá tí at tey byrja í 1. flokki, ja, kanska longu í forskúlum, er møguliga eitt gott amboð hjá læraranum og foreldrum, at vita, hvørjum, barnið skal stuðlast meira í. Men hevur skúlaskipanin hugsað um avleiðingarnar fyri sjálvsvirðið hjá tí barni, sum ikki er ein sterkur lesari?
Vit skulu kjakast um, hvørt skúlaskipanin er barnabúgvin, ella um vit skulu gera børnini búgvin til skúlaskipanina. Og hesum er spurningurin um at lækka skúlaaldurin, ein partur av.
Tað er tað, eg ynski fyri okkara børn, at vit hava eina skúlaskipan, sum letur børnini varðveita náttúrliga forvitni teirra, og ikki minst trúnna uppá, at EG eri nóg góð/góður, sum eg eri.










