Stóra jólatiltakið hjá Frítíðarklubbanum byrjar leygarmorgunin klokkan 11.00 í gongugøtuni í miðbýnum í Havn.
- Gløggið fara vit at hava standandi í eini stórari gassgrýtu á staðnum, og mandlurnar verða eisini brendar á grillum í sjálvari gøtuni, siga tey í Frítíðarklubbanum.
Um veðrið verður til vildar, fara Emma?s Blues Band at spæla løg av nýggju fløguni, sum eisini verður at fáa til keyps í teltunum.
Eisini fer onkur at lesa eina fitta jólasøgu fyri bæði stórum og smáum, og jólamenn fara at geva børnunum karamellur.
Øll, ið hoyra til klubban fara at vera í reyðum blusum og nissuhúgvum.
- Hetta verður ein rættiligur jóladagur, og vit vóna at síggja so nógv sum gjørligt, siga fyriskipararnir.
Tórshavnar Kommuna hevur lænt Frítiðarklubbanum trý telt, og verða hesi prýdd við perum og øðrum jólaprýði.
Fyrr í heyst skipaði Frítíðarklubbin saman við Javna fyri einum tiltaki á gongugøtuni, í sambandi við at handlarnir í miðbýnum høvdu langan leygardag. Tiltakið eydnaðist so væl, at avgjørt var at skipa fyri einum líknandi tiltaki aftur á jólum.
Tey menningartarnaðu skipa fyri tí mesta av tiltakinum sjálvi. Tey eru ógvuliga stolt og fegin um, at tey megna at verða við til at skipa fyri tiltøkum, har so nógv fólk koma.
Ár teirra brekaðu er skjótt runnið. Nógv tiltøk hava verið á skránni hetta árið. Vónandi fara eins nógv tiltøk at verða í tí nýggja árinum, til gleði og gaman fyri okkum øll.