Býráðið í Sunda kommunu hevur gjørt av at tilnevna Gjógv til at fáa norðurlendska náttúru- og umhvørisvirðislønina fyri 2014. Við heimasíðuna hjá kommununi sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen, at tað er fyrst og fremst fólkið við Gjógv, sum hava heiðurin uppibornan.
Býráðið sigur, at sum ein av fáu bygdunum í Føroyum hevur fólkið við Gjógv tikið avleiðingarnar av, at fólk heldur velja at búseta seg á størri plássum í miðøkinum. Ístaðin fyri at lata bygdina doyggja burtur hava bygdafólkini við stuðuli frá kommununi tikið stigið fult út og hava valt at dúva upp á ferðavinnu, eins og at gera bygdina lokkandi sum lutvíst summarhúsbygd.
Síðani 2009 eru bygd 20 summarhús, har tey flestu eru partur av útstykkingini "Fornagarður", sum liggur ovarlaga í bygdini eystan fyri ánna. Somuleiðis er gjørt nýtt kampingpláss við plássi fyri 25 vognum. Menningin av Gjógv er gjørd við stórari virðing fyri upprunabygdini og tí gamla føroyska byggistílinum.
Hóast Gjógv er ein lítil bygd, so eru heili trý arbeiðspláss við Gjógv, ein smoltstøð, eitt stoypivirki og Gjáargarður við sínum mat- og gistingarhúsvirksemi. Samstarvið millum vinnufyritøkurnar, íbúgvarnar og kommununa er av tí besta.
Sambært bygdarráðnum í Sunda kommunu, eru bygdafólkini komin so væl frá teimum tiltøkum, sum tey hava tikið stig til, at bygindin eigur at verða heiðrað við norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønini, sum Norðulandaráðið fer at lata seinni í ár.
- Eg haldi, at gjáarfólk hava uppiborið ein slíkan heiður. Ístaðin fyri at seta seg hendur í favn og síggja bygdina fána burtur, so hava tey brett upp um armar og gjørt nakað, ið er til stórt gagn fyri bæði Gjáar bygd, okkum sum kommunu eins og føroyska ferðavinnu. Alt hetta er gjørt við størstu virðing fyri bæði sjálvari bygdini og náttúruni í økinum, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Síðst í oktobur mánað 2014 verður greitt, hvørjum fer eydnast at fáa náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.










