Gjógv kann vinna virðisløn í kvøld

Gjógv er tilnevnd náttúru- og umhvørvisvirðislønina, sum Norðurlandaráðið letur í kvøld.

 

Gjógv er tilnevnd náttúru- og umhvørvisvirðislønina, sum Norðurlandaráðið letur í kvøld.

 

Heiðurslønin verður latin norðurlendskum fyritøkum, feløgum, býum ella persóni, ið hevur tikið serlig atlit til bæði umhvørvi og náttúru í sínum yrki.

 

Les eisini Gjógv kann fáa norðurlendska virðisløn

 

Føroyar hevur einaferð áður vunnið norðulendsku heiðurslønina - tá var tað havfrøðingurin Bogi Hansen, sum í 2006 fekk heiðurslønina tillutaða.

 

Í 2006 var yvirlýsingin fyri heiðurslønina veðurlagsbroytingar, og vann Bogi fyri sína gransking inn golfstreymin og aðrar havstreymar, ið hava ávirkan á veðurlagið.

 

Í ár er yvirlýsingin ein kommuna, býur ella lokalsamfelag, sum hevur gjørt eitt serligt arbeiði fyri at seta umhvørvið á dagsskrá. 

 

Millum tey tilnevndu í ár, er føroyska bygdin Gjógv, og Rás 2 gjørdi eitt prát við Sofus Debes Johannesen, býráðslim í Sunda kommunu. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra prátið.