Gjógv kann fáa norðurlendska virðisløn

Lítla bygdin í Eysturoy kappast við 13 onnur um virðislønina

Gjógv í Eysturoy er í uppskoti til at vinna norðurlendsku náttúru og umhvørvisvirðislønina í ár.

Tað er Sunda Kommuna, har Gjógv er ein av bygdunum, sum hevur skotið Gjógv upp til virðislønina

Í tí sambandinum, hava tey gjørt ein stuttan film um Gjógv, sum skal brúkast í sambandi við virðislønina.

 

Filmurin fæst við at trýsta á pílin til filmsbrotið ovast í greinini.

 

Tað verður mikudagin 29. oktober, at tað verður avdúkað hvør fær náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

Í dómsnevndini eru 13 fólk, tvey úr hvørjum norðurlandi og ein úr Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Føroyski limurin í dómsnevndini er Rókur Tummasarson og varalimur er Jóhanna á Bergi

 

Tey, sum eru í uppskoti, eru Gjógv, Gladsaxe Kommune í Danmark, Hallstahammars kommune í Sverige, Iin kunta / Ijo kommune í Finnlandi, Jyväskylä byur í Finnlandi, Lejre Kommune í Danmark, Middelfart Kommune í  Danmark, Reykjavíkar kommuna í Íslandi,  Projektet Saligaatsoq – Avatangiiserik í Grønlandi, Skaftholt garður í Skeiða- og Gnúpverjahreppur í Íslandi,  Snæfellsnes, sum er eitt samstarv ímillum fimm kommunur í  Íslandi, vistfrøðiliga bygdin, Sólheimar, í Íslandi og Växjö kommune í Svøríki

 

.